Tilmelding til fótbóltsárið 2019

0

Tilmelding til fótbóltsárið 2019

 

 

Týsdagin 5 mars 2019 frá kl. 18.30 – 20.30, verður tilmeldingardagur fyri ungdómsliðini hjá NSÍ. Tilmeldingin verður í kantinuni í skúlanum við Løkin.

 

Øll tey sum ætla sær at sparka fótbólt í ár, kunna koma at gjalda luttøkugjald hendan dagin.

 

Tá ið luttøkugjaldið er goldið fær spælarin eina spæliblusu + shorts, við navn og nr prenta á, sum skal nýtast til dystir, tá ið kappingin byrjar (tað verður ikki útflýggja nøkur taska við klæðum til liðini).

 

 

Tað verður møguleiki at passa blusuna hendan dagin og at velja sær eitt nummar.

Til dømis, tað verður bert ein leikari í hvørjum árgangi sum kann hava nr. 10, so tað ræður um at verður fyrstur, um tú ynskir eitt ávíst nummar.

 

Møguleiki verður eisini at bíleggja tað nýggja frítíðarsettið hjá NSÍ, venjingarklæðir, shorts og hosir fyri ein góðan prís hendan dagin.

 

Luttøkugjaldið fyri 2019 er 600 kr fyri:

U17, U15, U13, U11, U9, U7

G15, G13, G11, G9, G7

 

og 400 kr fyri:

Undir skúlaaldur

 

Eru fleiri systkin sum leika við NSÍ er avslátturin 200 kr. fyri 2 barnið, og frítt fyri 3 barnið.

 

Um so er, at onkur heldur seg aftur av fíggjaligum áðum, ber altíð til at tosa við Tanju Huneck, tlf. 253866.

 

Vónandi verða tað nógv sum koma at venja fótbólt í summar og gleða vit okkum

 

 

SAMAN STANDA VIT STERK

 

Ungdómsnevndin

Share.

Skriv et svar