Grein úr Vespuni, Fótbóltur er ballettin hjá fjøldini, Tórbjørn Jacobsen skrivar

Tað var kendi russiski tónasmiðurin og klaverleikarin Dmitrij Dmitrijevitj Sjostakovitj sum segði hesi kendu orðini: „Fótbóltur er ballettin hjá fjøldini.“ Meðan Rudolf Nureyev og aðrir úrmælingar í listdansi sløktu tostan hjá mentanarelituni og landsins oddafiskum í Bolshoi teatrinum, var fótbólturin – á leikvøllum kring um alt samveldisríkið – í Sovjet, ballettin hjá tí vanliga manninum, fjøldini. Í dag er hendan útsøgnin ein heimsumfatandi veruleiki.

 

Sohvørt sum høpið er kommercialiserað og hvør fossilur sjeikur í miðeystri, við virðing fyri sær sjálvum, eigur eitt fótbóltsfelag í Europu, hevur individualiseringin tikið dik á seg. Fyri tað mesta hoyra vit bert um steinríkar leikarar, venjarar sum fara frá í úrtíð við rokaðum reyvalummum og nakað um feløgini, sum hesir umboða ella hava verið knýttir at. Lítið verður tosað um undirskógin, lógvarnar sum nýta túsundtals tímar um árið fyri at eitt felag yvirhøvur kann fáast at hanga saman. Hesi sum standa niðast í kirvinum. Tað er nú bara ein sannroynd, at tindarnir, kirvishøvdin, standa á grundini – fótfólkinum. Idealistunum og filantropunum – sum leggja sál, lív og limir til felagsskapin. Gerandis og heilagt. Ár um ár. Uttan samsýningar fyri tað nógva.

 

Ein fundamentalur riddari í hesum høpinum er farin um ta hálvu øldina í aldri í skiftinum millum kappingarnar 2018/19. Glyvramaðurin Justinus Justinussen. 21. februar í ár fylti hann 50. Hann er 12 ár yngri enn NSÍ og 13-14 ár yngri enn eg. Hann er slektaður av Steini, í grannalagi okkara, og vit hava kenst síðan hann fekk skil og eygu. Brandur bróðir (Víkingaformaðurin) og Justinus eru bornir í heimin hvør sínu megin árskiftið 68/69. Tí hevur hann støðugt malið um beinini á mær í tannárunum, táið hann mundi vera minst líka drúgvur Uttan fyri Garðar sum Niðri við Stein. Frá tí hann dugdi at grulva sást, at her fór at spyrjast okkurt annað burturúr enn ein meiningsleysur maður mitt í eini meining. Ikki ein aerodynamiskur steggi, sum var laðaður eftir vindinum, líkamikið hvaðani ættin kom. Nei, ein einari, sum stóð til at bresta av orku og áræði. Hóast góðsligur av lyndi kundi hann onkuntíð vinda seg upp, fara við sjógv á baki frá durum, men hann kom ongantíð longur enn hálvan teinin, so hevði hann sett sikringarnar í aftur málaran og spákaði sær sjelaglaður niðan aftur um vegin.

 

Vit høvdu borðtennisborð í kjallaranum. Har dystaðust vit óført, men táið konsentratiónin kámaðist, plagdi hann tilvitað at smasja bóltarnar upp undir loftið, hann vitsti, at bara soleiðis kundi hann fáa sikringarnar hjá mær at bresta, og tað eydnaðist hvørja ferð, men tað gekk eisini yvir. Høvdinum bilti onki, men skúlin var ikki rættiliga designaður til hansara temperament, vit eru fleiri sum høvdu tann trupulleikan, og í 1982 kemur hin ultimativi hvøkkurin. Pápin doyr. Kendi trolaraskiparin, millum teir fremstu í landinum, Bjørn Justinussen, verður álopin av krabba, likamið bræðist niður eftir stuttari tíð, og forsyrgjarin við tí magnfulla knokkinum og sterka kroppinum sást ikki aftur í túninum. Hann var farin. Hetta var ein nýggj støða fyri okkum, sum kendu hann væl, og høvdu siglt saman við honum, og fyri konu og børn er tað ein tragedia, at maður í bestu manndóms- og virkisárum fer um sýnuna 39 ára gamal.

Justinus stemplaði nú inn. Drongurin, sum ikki var komin til fermingaraldur, gjørdist bráðliga maður. 13 ára gamal, hálvgingin í 7. flokki, mynstrar hann sum dekkari eystur í Barentshavið við einum av stóru saltfiskatrolarunum hjá Kjølbro. Sundaberg. Ein drongur sum tók ábyrgd og gjørdist forsyrgjari. Minni romantiskt kann tað valla verða í tí aldrinum – men kringumstøðurnar kravdu kortini hendan beiska veruleikan. Hann var til fiskiskap í nøkur ár og síðani hevur hann tykist við ymiskt, men tað sum í hesum viðfanginum má metast mest týðandi er hansara leiklutur sum serliga dygg skorða undir NSÍ – ítróttarfelagsskapinum. Ein av hesum óløntu medarbeiðarunum, sum altíð er fúsur at taka eina hond í, táið tørvur er á tí. Umframt heimalív og arbeiði er NSÍ hansara lív. Hann akslar síni skinn við felagið, treytaleyst, og tað kemur fyri at borgarstjórin fær ein ordans vals, um alt ikki gongst sum ætlað á ítróttarøkinum. Eitt nú táið stígur tyktist vera komin í nátthús, kiosk- og ljóðmálið. Av Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn, har hann tíðum fær sær heilsubót, kravdi hann at fáa at vita hvussu tað málið stóð upp og niður. Vit kenna sjargongina hjá hvørjum øðrum, maðurin er skemtari av Guðs góðu náði, og nú kann eg undir øllum umstøðum lova honum og øllum øðrum, at nátthúsini undir skýlinum vera gjørd liðug í hesum døgum, kioskin tað sama, og ússaligu ljóðviðurskiftini við vøllin vera fingin í rættlag við hátalarum komnir allan vegin úr USA. Hjartaliga til lukku við teimum hálvthundrað Justinus.

 

Í dag byrjar ársins kapping í knattspyrnu – hin drúgva Betri kappingin. Menn úr ymsum heraðshornum kappast um at vera í broddi fylkingar í fimi, snildi og treysti. Hetta snýr seg um heiður og æru hjá teimum leikandi og ikki minst hjá okkum sum búleikast í økinum. NSÍ hevur ligið væl á takinum hesi seinastu árini, og teinurin niðaneftir, frá einum plássi á næstovastu rók, er ikki so drúgvur. Eitt einasta fet. Torvunnið gamaní, men um alt kann lata seg gera, fer hetta eisini at bera til.

 

Í venjarasessinum situr nú hin kendi íslendingurin – Skagamaðurin – Guðjón Þórðarson. Hann er væl polstraður við einum herliði av kvalitetum kring um seg. Þórðarson hevur verið í mongum leiki áður, og eftir at hava spjallað við hann í Ráðhúsinum, havi eg varðhugan av, at hansara partur ikki fer at liggja eftir. Maður við bjørtum málum, agastjórnaður, sum ivaleyst eisini eigur evnini at draga burturúr hvørjum einstakum leikara tað besta til samrakstrarmáttin – felagsskapin – á vøllinum. Fótbóltur er í stóran mun eitt sálarfrøðiligt fyribrigdi – dysturin verður í stóran mun leiktur í høvdinum – tí ræður alt um fyrireiking, at snúgva høvdinum rætta vegin, líkamikið hvussu manssterkir mótstøðumenninir tykjast vera.

 

Fótbólturin er vorðin meiri kompliseraður enn hann var í mínum ungu døgum. Sjálvt HM-finalurnar fyri hálvari øld síðani, sæddar á youtube nú á døgum, líkjast meiri 4. deildar dystum her á landi í okkara tíð. Ferðin og taktikkurin hava nú fingið ræði á næstan øllum. T.d. eru høgligu tómu økini, sum Cruyff, Laudrup og Nedved vóru kendir fyri at varpa bóltarnar í, uttanfyri og ímillum tær kendur zonurnar, at kalla ikki til longur. Har rumstera nú dýrir dreingir, ið eru til sølu fyri hægstbjóðandi til eina og hvørja tíð. Spælið flytir seg, og tað ræður um at ýta av, av nýggjum, stútt og støðugt í mun til menningina.

 

Argentinarin Juan Román Ríquelme, ein avbera góður leikari, varð einaferð spurdur, hvør ið var besti leikarin í heiminum. Messi, var svarið, men so legði hann afturat: Ronaldo er eisini góður, men hann líkist meiri einum PlayStation-leikara. Eftir at hava hugsað seg um eina løtu legði hann afturat: Men hin alrabesti leikarin er kortini Andrés Iniesta. Hansara teimingar eru altíð neyvari enn hjá nøkrum øðrum. Hann veit nær ið hann skal fara fram, og nær ið hann skal fara aftur í vøllin. Í rættari løtu veit hann eisini, nær ið hann skal krússa, seta ferðina upp og taka ferðina úr spælinum. Hetta er viðføtt, kann ikki lærast og kann als ikki keypast. Annaðhvørt er tú kálvføddur við hesum í móðurlívi ella ikki.

 

NSÍ eigur nógvar góðar leikarar við viðføddum fótbóltsgávum. Nú ræður alt um venjing, neyvleika og offurvilja. Gævi at Þórðarson og hansara valalið, umframt alt annað, fær knokkarnar at venda rætt, og um so er, so átti tærið at verið til staðar til tess at vinna bæði FM og Løgmansbikarið.

 

Mátti byrurin verið okkum blíður, nú leiktjaldið verður hespað upp fyri summarið og ballettin hjá Sjostakovitj fer at bergtaka okkum higani fram á heystið.

 

Líknandi tíðindi