Jørgin 50 ár

Tíðin gongur, fólk koma og fara og summi standa á lívsins miðvølli eina løtu. Vit bíða øll eftir húkunum sum fara framvið, við vitanini um, at avloysararnir standa klárir í korridorunum, og í vónini um tað ið koma skal hinumegin jarðarlívið.

Grækarismessan í ár er farin aftur við borðinum, dagarnir leingjast og nú vit fóru um hálvan mars, var stórur dagur í fjepparaskaranum hjá NSÍ. Jørgin fór um ein av stóru marknasteinunum í lívinum hjá hvørjum einstakum okkara. Vollamaðurin hevur slitið ta fyrstu hálvu øldina upp. Hetta varð hátíðarhildið við manér í Nón – húsinum hjá eldrafelagnum í býnum.

Jørgin er hálvur heiðamaður – hin helvtin er úr Vágum. Hann er abbasonur hin í mínum ungdómi alkenda Pedda á Vollanum. Tað sum eg minnist var Pedda vatnmeistari, áðrenn Hermann á Líknargøtu loysti hann av á tí mótinum. Vatn er treytin fyri øllum lívi. Hin mest basala tænastan hjá einari kommunu er, at veita borgarunum gott og nógmikið av vatni. Pedda var tiltikin hittinorðaður maður, og tikið verður ofta til viðmerkingar frá hansara munni.

Tórur ”Sjóføddi” av Vollanum var pápi Jørgin. Heitið sigur frá, at hann kom úr móðirlívi á sjónum. Umborð á skipi – miðskeiðis á Tangafirði – kom hann í heimsins ljós. Mamman var á skipsdekki á veg til Havnar, har hon skuldi eiga, men Tórur gjørdi skjótari av enn væntað.

Jørgin hevur valt at koma aftur á slóðina hjá ættarfólkinum her um leiðir. Fyri nøkrum árum síðani varð eg sum havnarmeistari spurdur, um rúm var fyri Jørgini í stabinum hjá Runavíkar havn. Tað var gamaní, og soleiðis komu vit báðir at kennast. René og Jørgin fingust við at rudda og at taka upp eftir øðrum. Legði skjótt til merkis, at Jørgin hevði sínar hugsanir um mangt og mikið, meiningarnar kundu vera hvassar, og hann var ikki bangin fyri at bera tær fram á torg. Ræddist heldur ikki fyri at siga sína hjartans meining við havnarmeistaran. Hann helt tá til úti undir væðingini í Tryggingarbygninginum við havnarlagi, seinri flutti hann niðan í bústovnin við Blikagøtu uppi í Leitinum, og har stórtrívist hann saman við hinum búfólkunum.

Hóast slektaður higani, má Jørgin metast sum nýbyggjari í býnum, men hóast stutt er fráliðið síðan hann flutti higar, er hann longu alkendur millum fólk. Eftir at hann valdi at gevast hjá okkum, fekk hann starv í Á-handlinum á Glyvrum. Hann hevur gingið til og frá arbeiði í øllum veðri, og mong eru vit, sum millum ár og dag hava fingið okkum ein passiar við hendan stórroykjandi heiðamannin úr Vágum. Fryntligur, skemtiligur og bráur. So positivur av lyndi, at tú gerst góður við hann, og altíð fert tú glaðari frá honum, enn táið tú møtti honum.

Ein av passiónunum hjá Jørgeni er fótbólturin. NSÍ er hansara lið, og hann er partur av tí heri, sum dugnar felagnum á hermótinum í gerandisdegnum. Hann sær allar dystirnar hjá besta liðnum, og er ovurfegin táið tað gongst sum ætlað. Myndin er tikin á arbeiðsplássinum á Glyvrum dagin eftir at NSÍ vann Løgmansbikarið í 2017, og tað sær næstan út sum at tyngdarmegin hevur slept hesum káta fjeppara. Tað var eisini ein ovurstórur dagur fyri felagið, býin og okkum øll.

Fari við hesum fáu orðum at ynskja Jørgeni á Vollanum hjartaliga til lukku við hálvthundrað ára degnum, og vænti at síggja hann í Gundadali ímorgin, har vit báðir fara at heppa liðnum hjá Guðjóni ímóti liði Heimirs. Ein avgerandi dystur, hóast kappingin er ung. Fær NSÍ syft hendan fongin inn um stokkin, verður tað dagur í viku hjá stórfjepparanum Jørgini og ein ábending um at árið fer at vignast.

Síggjast.

Líknandi tíðindi