|

Javnleikur í Gundadalið!

NSÍ og HB leiktu javnt í Gundadalið, úrslitið var 1-1. NSÍ legði seg á odda tíðliga í dystinum við einum sera góðum málið, ein góð umstilling sum endaði við at Petur Knudsen knallaði bóltin í HB málið. NSÍ liðið stóð sera væl í verjuni, og vóru sera væl skipaðir. HB hevði bóltin meira í dystinun, tó uttan at skapa teir stóru málkjansirnar. Støðan í hálvleikinum var 1-0 til NSÍ. Seinni hálvleikur líktist sera nógv fyrra hálvleiki, NSÍ tóktist at hava HB júst har teir vildu hava teir. Men tíverri fyri NSÍ fekk HB eitt fríspark sum Adrian skeyt, Tórður Thomsen bjargaði, men bólturin datt tíverri út til ein HB-ara sum skoraði samb dómaranum, upptøkurnar vísa tó at tað var sera ivasamt um bólturin var innanfyri. Men dømt er dømt og støðan er nú 1-1, sum gjørdist endaliga úrslitið. NSÍ var nær við at vinna dystin í endanum, tá bólturin brast í stongina, men fleiri mál komu ikki.

Ein arbeiðsinnsatsur av okkara monnum, og NSÍ hevur nú 4 stig fyri 2 dystir. Næsti dystur er um 14 dagar á útivølli ímóti Skála.

 

Koyr á NSÍ, og saman STANDA VIT STERK!

Líknandi tíðindi