Úr Vespuni, NSÍ-Víkingur leygardagin kl 19.00. Saman standa vit sterk!

Samanhald ímillum venjarar, leikarar, hjálparfólk, nevnd, stuðlar og fjepparar í einum felagið hevur alt at siga. Tað hevur ómetaligan týdning at fólki aftanfyri liðið er við og eru positiv. NSÍ er eitt felag sum hevur tørv á at vit øll standa saman, eisini tá mótbrekkan er tung og til tíðir møtumikil. NSÍ hevur tørv á at samanhaldi ímillum øll, sum elska NSÍ kemur til sjóndar, soleiðis at vit til eina og hvørja tíð fáa tað besta burturúr øllum. Eg vil hervið heita á øll sum veruliga elska NSÍ um at vísa tað í verkið, við at stuðla og eggja nevnd, venjara og hvørjum einasta leikarara í felaginum, soleiðis at vit veruliga fáa tað besta burturúr øllum. Hettar hevur sera stóran týdning, og tað er nú at vit eiga at vísa at SAMAN STANDA VIT STERK! Samanhald skal síggjast og hoyrast aftur, latið okkum øll sláa ein ring um okkara hóp, við at verja og stuðla teimum á allan hátt. VIT ERU ØLL NSÍ, og tað mugu vit aldrin gloyma.

 

Dýsurin ímóti Víkingi er altíð ein dystur, har nógv verður lagt fyri. Tað hevur týdning at vit øll stuðla okkara monnum. Lat tað gula hjarta síggjast, soleiðis at vit veruliga eggja okkara monnum at geva sítt allar besta. Dysturin verður ein harður dystur fyri bæði liðini, og ongin vil tapa, soleiðis er fótbóltur tá hann er best. Vit sum áskoðarar hava ikki so stóra ávirkan á uppstillingar og tað, ið hendir inni á vøllinum, men vit kunnu vit okkara gula hjarta stuðla okkara monnum, við at rópa og skrála á okkara menn, so at teir veruliga merkja stuðulin uttanfyri vøllin. Tað hava teir brúk fyri, og gloym ikki at vit sum hyggja og stuðla eru liðið aftanfyri liðið. So mín áheitan til øll er at hettar skal síggjast og hoyrast aftur.

 

Vit eru NSÍ, og tað skal hoyrast og síggjast at vit standa saman um NSÍ, tað eigur og skal síggjast aftur, ALTÍÐ. Minst til at samanhald gevur styrki, og at SAMAN STANDA VIT STERK!
Góðan dyst øll somul, og koyr á NSÍ.

 

Líknandi tíðindi