Úr vespuni, grein frá Jonhard Danielsen.

0
Úr gummiskóm, í gaggur At bygdin Søldarfjørður hevur fostrað upp fleiri góðar fótbóltsprofilar er kanska tí, at eitt tað fyrsta “stadion” øki lá í einum gerði við eini hallpromillu á 40-50. Tað verður ofta sagt, at verri umstøðurnar vóru, betur vórðu spælararnir. Fótbólturin fylti nógv hjá okkum smádreingjum í bygdini. Í 70inum var Steinamørk-bøurin, har spæliplássið, minnisvarðin og plantasjan eru í dag, okkara fótbóltsvøllur saman við skúlagarðinum. Málini heimagjørd við einum netklodda, helst frá nótabátinum Havørnini, ið tá var heimahoyrandi í bygdini. Málini vórðu evnaði til av spælarunum sjálvum. Bólturin, ofta ein vatndruknaður leðurbóltur, sum smokkaði niður yvir stóran part av høvdinum, tá hann varð skallaður.
Fyrst í 80inum varð spælipláss gjørt á “okkara fótbóltsvølli” og seinni minnisvarði og plantasja. Eftir hetta varð sparka niðri um vegin, ímillum húsini hjá Manassa og Lenu hjá William. So ein skal vera komin nakað til árs fyri at minnast Steinamørkina sum fótbóltsvøll. Stórar kappingar vóru ímóti grannabygdunum Gøta, Lamba, Glyvrum og Runavík. Skúlagarðurin varð brúktur sum heimavøllur. Fyrimyndir, so sum Gerd Müller, Beckenbauer, Johan Cruyff við fleiri, vórðu róptir upp undan dysti. Ja, allir vildu vit vera okkara “idol”. Tað varð spælt um steyp. Foreldrini vóru við og róptu á teirra lið. Eisini úr grannabygdunum spurdist góðir leikarir úr hesum spæli. Í skúlanum brotnaðu av og á rútar og annað av fótbóltsspælinum. Tað gav okkara fitta skúlavørði, Otto Hansen, nakað av eyka arbeiði. Karl Frits Joensen, ið hevur planta nógv rundan um skúlan, setti eitt stórt net upp suðureftir, fyri at verja trøð o.a. ímóti bóltinum.
Mín yrkisleið, sum leikari í NSÍ, varð ikki long. Var frá piltum til dreingir. Vit fluttu okkum frá Søldarfirði og út í Runavík við skúlabussinum hjá Cris ella tumlaðu vit, við vón um, at onkur bilur steðgaði. Tummas Jacobsen var venjari. Jonhard Hansen millum stengurnar, fyri at nevna onkran, ið hevur sett sítt fingramerki á ítróttarsøguna hjá NSÍ. Jonhard hevur verið venjari hjá NSÍ seinastu 30 árini. Teir fyrstu fótbóltsskógvarnir vóru av merkinum Viking. Tað var nokk eitt slag av gummiskóm til fjallmenn. Seinni fór Thorleif Hansen, skómakarin, sum vit eldru kalla hann, at selja tær hvítstríputu Adidas Gerd Müller og tær grønu Adidas Beckenbauer gaggurnar. Á veg út og heim frá vøllinum máttu vit líka inn í handilin, bara fyri at hyggja eftir hesum gaggunum, sum tá í tíðini kostaðu umleið kr. 300-400. Tað var tað nógvur peningur fyri einar gaggur, so tað var ikki hvørt smábarn, sum átti tílíkar. Hjá mær var tað, so at siga, fótbótur hvønn dag í frítíðin, til oktober í 1991. Tá støktist knæðið av í eini glíðandi takling á vøllinum á Skála og beinið mátti 8 vikur í gips. Úrslitið varð eitt vánaligt krossband. So tá endaði mín “fótbóltskarriera”.
Bygdafelagið Sólskin, íð var heimahoyrandi á Skipanesi/Søldarfirði átti eitt planera grunnstykki á markinum ímillum báðar bygdirnar. Ætlanin var at byggja eitt felagshús. Men grundað á minkandi virksemi, varð hetta ikki veruleiki. Ólavur Assafson, fór tí, saman við øðrum, í gongd við at gera grundstykkið til fótbóltsvøll. Ein innsavning varð gjørd. Tað er komið mær fyri oyru, at so at siga øll húsini lótu kr. 100. Nógv fólk møttu upp til sjávboðið arbeiði. Úrslitið varð ein innhegnaður sand fótbóltsvøllur. Á hesum vølli hava fleiri vant, sum hava gjørt og gera vart við seg í NSÍ. Nevnast kunnu, Bjarki Danielsen yngri bróður mín og Andy Olsen. Runavíkar kommuna fær so seinni ein FIFA-vøll í boðið. Men ongin visti hvussu gerast skuldi og hvar vøllurin skuldi liggja. Tá varð tað aftur Ólavur Assafson, sum fór til verka. Hann sat tá í býráðnum og avgjørdi hann, saman við fólki her í bygdini, at geva Runavíkar kommunu áður nevnda grundstykkið til FIFA-vøllin. Søldfirðingar fóru tá aftur sjálvbodnir til arbeiðis at seta vøllin upp. Tá tað var gjørt, kom ein serkønur heim at hjálpa at leggja dúkin á. FIFA-vøllurin í Søldarfirði varð tann fyrsti í landinum. Eitt stórt framstig fyri føroyskan fótbólt. Sigast skal, at Aron Miðberg Mikkelsen, sum hevur gjørt sáttmála við NSÍ, eisini við venjing her, er vorðin til tann góða leikarin, hann er í dag. Aron, er sonur Eddie Mikkelsen, sum var eitt stórt fótbóltstalent í NSÍ. Sigast má, at fótbólturin í Søldarfirði hevur fostrað upp fleiri góðar spælarir til NSÍ. Frá tíðini, tá Langgard brøðurnir runnu á Steinamørkini í 70inum og fram til dagin í dag, nú Aron Miðberg Mikkelsen hevur undirskrivað sáttmála við NSÍ.
Hesi seinni árini er eisini hent nógv við Løkin, bæði við sjálvbodnum arbeiði og á politiska pallinum. Vit eiga, eftir míni meting, flottasta ítróttaøki í landinum. Men enn er nakað eftir á mál, nú vit fara undir at fáa vesi, kiosk, ljóðanlegg og vónandi eina stóra máltalvu, sum kann verða ein stór inntøkukelda hjá NSÍ. Eg vóni eisini, at í nærmastu framtíð, verður bygt eitt NSÍ-felagshús. Eitt slíkt apparat kostar pening, men tað gevur eisini nógv av sær. Stóra tøkk til NSÍ fyri tað arbeiði, ið verður gjørt her í økinum. Eg fari at ynskja okkum øllum eitt gott fótbóltsár í 2019.
Jonhard Danielsen, Søldarfjørður
Share.

Skriv et svar