Úr Vespuni, grein frá Asfinn Sigvardsen.

0

Við miðlinjuna

Var eingin áskoðari, so var heldur eingin fótbóltur – so einfalt er tað. Áskoðararnir sleppa ov sjáldan til orðanna, tí tað eru ofta bara nakrir fáir “vektaðir serfrøðingar”, sum – umaftur og umaftur – verða útvaldir at eftirmeta fótbóltsdystir. Hildið verður – sum púra rætt er – at áskoðararnir “taka partí” ella eru “partískir”, sum tikið verður til á vánaligari føroyskari tungu. Men tú skalt bara reinsa tær annað oyrað fyri at hoyra, at “serfrøðingarnir” fara so lúkst í sama posa. Ert tú ósamdur í hesum, so skalt tú bara seta teg væl til rættis at lurta, tá ið landslið okkara spælir. Hevur ein av okkara spælt bóltin væl frá sær einar tvær/tríggjar ferðir, so er tað “fantastiskt”, men lítið og einki er at hoyra um okkara mótleikarar, sum (tíverri) oftast eru einar tvær tríggjar tenn fremri enn vit. Men – slappa bara av – tí grannatjóðir og frændur okkara (danir og norðmenn) standa ið hvussu er á sama bási sum vit, so kanska er hetta ein globalur veruleiki, ið verður ringur (hopleysur) at broyta, tí tað nyttar sum kunnugt lítið at leiða mann, ið ikki vil seta føturnar undir seg.

Góði lesari! Hevur tú onga “insidevitan” um NSÍ-áskoðarar, so kanst tú tað sama taka brillurnar av og leggja teg afturá í lenistólinum, tí tú fært so at siga einki burtur úr framhaldandi lesnaði.

Nú fara vit at taka í egnan barm og greina okkara (NSÍ) áskoðarar eitt sindur gjøllari. – Seyður er hagfastur (liggur mestsum altíð í sama staði) og flytir seg lítið. Tað sama kann sigast um okkara áskoðarar – teir flestu eru hagfastir. Tú veitst, hvar trummurnar eru – tú veitst, hvør situr á næstovasta raði – tú veitst, hvør stendur og hongur á rekkverkinum í erva, og tú veitst hvørji trý gamalmenni, ið manna miðlinjuna niðri við vøllin. Sjálvur eri er eitt av hesum trimum, sum í áravís hava hingið niðri við miðlinjuna. Vit hava staðið har so trúliga og satt at siga, so halda vit okkum hava líka so gott (ella ringt) skil á fótbóltsspæli sum so mangur annar. Áralangar áskoðararoyndir (erfaringar) telja við, og eingin er gamal og ungur í senn. Har norðuri við Gjógv høvdu vit ta einu tíðina í mínum uppvøkstri – tá ið frægast stóð til – eitt ilt av einum burturblakaðum gummibólti, sum onkur hevði funnið í Klaksvík, og tað skuldi sjálvsagt eitt serliga gott hegni til at stýra honum á tí knortluta hagalendinum, tí tað var annars bannað at sparka á dyrkaðum lendi. Viðskoðarar mínir við miðlinjuna – ávikavist úr Lamba og úr Leirvík – siga seg hava sparkað við leðurbóltum við lissum (ella tveingjum) og eini gummibløðru innaní, men ikki veit eg, um slíkt luksus nakrantíð er komið til Gjáar. Tað kann tó sláast fast, at vitan okkara um fótbóltsspæl stavar ikki frá tíðini við gummibólti í “haganum” við Gjógv ella teimum tveingjaðu bløðrubóltunum í Lamba ella í Leirvík.

Nei, tað er við spískaðum oyrum og víðopnum eygum, at vit her við miðlinjuna hava sogið alla hugsandi fótbóltsvitan í okkum, tí betur hoyra tvey oyru enn eitt oyra, og betur síggja trý eygu enn tvey eygu.

Vikuskifti eftir vikuskifti – ár út og ár inn – hava vit lagt oyrað til hetta: “Spælið bóltin!” – “Fáið bóltin niður á jørðina!” – “Tættari at teimum!” – “Dekkið teir betur!” –  “Brúkið kantarnar!” – “Við aftaru stong!” – “Trekkið tykkum ikki aftur!” – “Takið tykkum saman!” – “Spælið saman!” – “Avleverið bóltin!” – “Heim til mammu!” “Heim til mammu!” – “Er rusk í floytuni hjá dómaranum?” – “Hevur linjuverjin gloymt brillurnar?” “NSÍ! NSÍ! NSÍ!” – “GÓÐIR! GÓÐIR!”

Tað, sum nú kemur, skal bara skrivast upp á mína rokning: Slíkar viðmerkingar, uppíblandingar, atfinningar ella rættleiðingar – og her hugsa vit BARA um tær, sum hava ein farra av negativiteti í sær – eru als ikki stimbrandi fyri leikarar okkara, sum í allar flestu førum spenna hvørja spong út í odd og egg í hvørjum einasta dysti. So, góðu áskoðarar: “Fáið hasi hálvnegativu rópini í ein posa og bindið væl fyri! Leggið á annan bógv og loysið kjaftbandið á tí positiva posanum, sum er um at bresta av niðurbundnum lovorðum.” – Tað er altíð okkurt gott at síggja í einum vánaligum/taptum dysti, og tað er altíð okkurt vánaligt at síggja í einum góðum/vunnum dysti. Latið okkum (áskoðarar) koyra tað negativa í lumman og koma fram við tí positiva.  Øll, øll (kanska undantikið barberar og lærarar), ið gera sítt allar besta, fetta sær á og fáa rættari rygg av einum herðaklappi.

Tað er komið fyri, at onkrar hálvavegna vandamiklar støður hava tikið seg upp við miðlinjuna, tí fjarstøðan til linjuverja, dómara og leikarar er so stutt. Okkurt negativt orð er gloppið úr posanum – bæði til linjuverja, dómara og leikara. Einusinni fekk ein KÍ-ari eitt orð úr tí negativa posanum (tað eru nøkur ár síðani), og tað gav øllum okkum trimum reyð oyru (og tøgn í tveir dystir), tí KÍ-arin tók bóltin og sendi eitt kanónskot inn ímóti miðlinjuni, so bólturin sveið fram við vinstra oyra á tí eina, óseka oldinginum. Sjón fyri søgn: “Tak við lærdómi! – Eingin er ov gamal ilt at læra.”

Vit trý (gamalmennini) duga ikki at spæla orgul, men vit hoyra, tá ið organisturin ger feilir og slær falskan tóna. Vit duga ikki at spæla fótbólt – og eru eingir serfrøðingar í fótbóltsspæli – men vit síggja, tá ið ein spælari ger feilir og/ella spælir væl. Lat okkum nú bara enda við metingum okkara av linjuverjum og dómara. Her er tað so, at NSÍ-basillan serliga ger um seg – og serliga hjá tí eina – soleiðis, at hon (basillan) loypur á tann “uttanveltaða sansin” (neutralitetsfølelsen) við teirri fylgju, at tann basillurakti gevur okkara liði (NSÍ) øll ivasom fríspørk, øll ivasom brotsspørk og allar ivasamar rangstøður. Hetta kann viðhvørt føra til, at okkurt orð fellur til linjuverja ella dómara frá miðlinjuni, ið ikki er vigað á gullvekt, men tað hoyrir kanska til, tí vit eru NSÍ-arar um ein háls og vita, at tað hjálpa eingi føgur orð við slættubøku. KOYR Á NSÍ og gott kappingarár!!

Share.

Skriv et svar