Úr Vespuni. Djóni Nolsøe Joensen hugleiður.

Tað at hoyra til!

Tá ið Ib Haurits, Niklas Foldbo o.o í 1957 og Petur Christian Rasmussen, Kári Olsen o.o í 1965 vóru við til at stovna ávíkavist NSÍ og Skála sum fótbóltsfeløg, hava tey øll eisini óivað havt tað í kvittanum, at geva fólkunum á staðnum nakað at standa saman um. Nakað at vera ein partur av og vera stoltur av.

Fyri flest okkara kennist tað væl, at vera partur av einum felagsskapi. NSÍ hevur um nakað verið ímyndin av hesum síðani 57` og sanniliga verið viðvirkandi orsøk til, at fólk eru fallin so væl til her á staðnum.

Nærum øll á Runavíkar leiðini hava havt okkurt við NSÍ at gera. Hesi hava gjøgnum árini givið sítt íkast til felagið og fleiri gera tað enn. Tað verið seg gjøgnum sjálvboðið arbeiði av ymiskum slag, nevndararbeiði, innkrevjing, lutaseðlasølu o.s.fr. Hetta má ikki undirmetast og er av alstórum týdningi fyri at felagið koyrir sum tað skal.

Vit eru mong sum hava fingið so nógv gjøgnum okkara ár í felagnum NSÍ og sum vit eiga at vera takksom fyri og seta stóran prís uppá. Vit hava m.a. fingið góða venjing og frálæru, dystir, nógvar góðar vinir, ógloymandi ferðir bæði innan- og uttanlands og síðst, men ikki minst ein felags samleika sum RUNAVÍSJINGUR;-)

Vit eiga tí øll, í tann mun tað ber til, glað at geva aftur til felagið so ella so. Tað er, eftir mínum tykki, heilt einfalt, okkara skylda.

Mótstøðuliðið ídag er fari frá eini meiri defensivari tilgongd til spælið seinastu árini, til meiri álopskendan fótbólt. Hetta er at gleðast um og er helst munandi hugaligari hjá bæði leikarunum hjá teimum og ikki minst hjá áskoðarunum at hyggja at.

Skála hevur javnt góðar leikarar á øllum plássum og eina blanding av ungum framstormandi talentum og meiri garvaðargarpar. Liðið eigur undir ongum umstøðum at undirmetast. Hagtølini vísa, at Skála ofta hevur verið NSÍ ein herskin biti.

Okkara lið hevur eftir eina heldur trilvandi byrjan, funnið stevið. Við einum sterkum venjaratoymi og evnaríkum leikarahópi virkar tað sum, at menn hava fata hvussu íslendski venjarin ynskir at spæla.

Tað tekur nevniliga nakað av tíð til at venja seg við ein nýggjan venjara og nakað av hansara tonkum og nýggjum taktikki kanska. Eisini skulu okkara nýggju evnaríku leikarar hava tíð til at venja seg við nýggju umstøðurnar, leikhátt og kanska fyri nakrar, øktu krøvini.

Eri onga løtu í iva, at hetta NSÍ liðið anno 2019, fer at vera við har tað er allar stuttligast, nevniliga í toppinum, heilt til tað seinasta í hesum kappingarárinum.

Mátti hesin dystur verið ímyndin av øllum tí góða, ið vit seta í samband við hetta, fyri so mong, frálíka spæl. Hóast mótstøðufólk í dag, so eiga vit ikki at lata kegl og óneyðuga spjaðing taka yvirhond og køva gleðina yvir spælið og tað at búgva við frálíka Skálafjørðin. Hvør voyt, kanska verður FC Skálafjørður einaferð veruleiki??

Ella fer tað bara helst altíð at vera júst í tí anda sum stovnararnir av feløgunum báðum á sinni helst hava hugsa: at savna og gleða sítt bygdarfólk um fótbóltsspælið. At hoyra til eitt og sama felag, har ein samleiki er uppbygdur og hóast kanska nógv ár í útlegd onkustaðni, so framvegis hava tað kensluna, at hoyra til. Tað geri eg og helst nógv við mær.

Einaferð NSÍ, altíð!!

Við Fair-play kvøðu og ynskjum um ein góðan dyst.

Líknandi tíðindi