Old boys eirindaleysir í Klaksvík


Stuttligt er at tað gongur væl hjá flaggskipinum hjá felaginum, og mugu teir halda áfram við hesum.

Men teir gomlu í felaginum kunnu eisini.

Old Boys liðið var undir leiðslu av landsliðsvenjarinum Jens Martin Knudsen í Klaksvík um vikuskiftið og spældu, og ikki kann annað sigast enn at tað gekk bara heilt væl.

Fyrst var spælt móti ÍF og vunnu vit greiðan 4 – 1 sigur

Næsti dystur var grannauppgerð móti B68. Toftamenn lógu sera aftarliga á vøllinum, og vit sera spælstýrandi allan dystin, men trupult var at bróta tjúkka múrin hjá toftamonnunum. Tó so móti dystarenda fingu vit skorað, og harvið vunnu vit dystin 1 – 0. Vónandi gongst líka væl mikukvøldið á Toftum.

Síðsti dystur var móti kvika HB liðinum, men har var onki at gera. Vit vunnu greiðan 4 – 0 sigur.

12.juni verður farið til Fuglafjarðar, og vónandi fer at gangast okkara old boys líka væl.

Hesir vóru í Klaksvík leygarkvøldið 8. mai.
Jens Martin Knudsen – Oddfríður Gaardbo – Valdi Olsen – Trygvi Mortensen – Arnfinn Langgaard – Julian Florescu – Símin Danielsen – Ba Knudsen, og Jóan Petur Langgaard

Hvuss liðið verður mannað næstu ferð, er sjálvandi upp til venjarin, men fleiri vóru ikki við, so tað er hørð kapping um plássini

Heilsan
Old Boys

Líknandi tíðindi