NSÍ – AB kl 19.00 leygardagin á Eystanstevnu, grein úr Vespuni til dystin!

0

Vælkomin til dyst á Eystanstevnu!

 

Góðu stevnugestir, vælkomin til dyst við Løkin. NSÍ og AB bresta saman til hendan stevnudystin. Eystanstevnan er byrja og fólk eru komin í stevnulagið, og ynskja at síggja ein góðan fótbóltsdyst, áðrenn leiðin gongur til ymist annað, ið er á tí fjølbroyttu skránnið til hesa Eystanstevnuna.

 

Fyri NSÍ gjørdist í hesi vikuni greitt, hvar leiðin gongur í Evropa Leage kappingini, og møtir NSÍ einum liði úr Norður Írlandi. NSÍ trekti í lutakastinum Ballymena United,og skulu hesar dystir leikast tann 27 juni á útvølli og 4 july á heimavølli (Svangaskarð). Ballymena er ikki eitt kent lið í Føroyum, men var tó av fleiri mett sum eitt sterkt lið at møta. Tó fer NSÍ hópurin í holt við hesa fyrireiking við góðum vónum, og er ynski og viljin til staðar at geva Norður írunum dygga mótsøðu, NSÍ fer at gera alt vit megna at spæla okkum víðari. Nevnd og hópurin fer at gera sítt allar besta, og gleða vit øllum til hesa avbjóðing, og hava vit aftur í ár givið tykkum (viðhaldsfólkum) ein møguleika at koma við til Belfast at stuðla liðnum. Tit hava øll møguleikan ag keypa ferðaseðil til dystin, og vísa tykkara stuðul til felagið og leikarar, og koma við at stuðla og eggja okkara liðið, soleiðis at vit fáa eitt gott úrslit heim við okkum. Vónirnar eru góðar, og ynskja vit at so mong sum gjørligt koma við.

 

Men nú skulu vit fyrst fokusera uppá dystin í tí heimligu kappingini. NSÍ hevur havt eina sera góða gongd seinastu dystirnar, og dysturin ímóti AB skal eisini vinnast. Vit hava heimavøll, og hava í ár vunnið allar okkara dystir við Løkin, og hendan gongd skal forseta, við Løkin er okkara vøllur, og her er tað NSÍ sum vinnur, og við Løkin fær ongin nakað frá okkum. Latið okkum øll standa saman um liðið, soleiðis at menn á vøllinum merkja okkara stuðul. Hettar gleðir teir, og ger tað at teir geva sítt allarbesta, soleiðis at vit fáa 3 stig í hús. Vit eru øll NSÍ, og okkara samanhald skal nokk geva úrslit, SAMAN STANDA VIT STERK!

 

Fari at bjóða øllum vælkomnum, og ynskja øllum ein góðan dyst, sum verður leiktur í góðum og sømuligum ítróttaranda, góðan dyst øll somul, og góða Eystanstevnu.

 

Koyr á NSÍ, SAMAN STANDA VIT STER

Share.

Skriv et svar