Úr Vespuni, Bill Justinussen skrivar.

Ballymena og Eystanstevna

Altumráðandi succéskravið í fótbólti er at náa europiskum plássi. Tá tann setningurin er rokkin, er næsta ynskið at draga okkurt spennandi lið í lutakastinum. Í so máta hevur tað ikki altíð verið eins spennandi hjá okkara monnum. Í fjør møttu vit skotska Hibernian, sum á teirra heimavølli smurdu okkum av. Men heimadysturin var fyri okkara viðkomandi bæði undirhaldandi og flott fótbóltsavrik. Hibernian er eitt stórt felag samanborið við NSÍ. Tí var talan um stórfingið úrslit á Svangaskarði, har okkara Klæmint gjørdi hattrick. Sami Klæmint, sum í vikuni skoraði móti Spaniu við heimsins dýrasta málmanni Kepa Arrizabalaga millum stengurnar og Sergio Ramos í miðverjuni.

Í 2017 vístu vit eisini dygdir móti stórfelagnum FC Dinamo Minsk úr Hvítaruslandi. Í Minsk megnaðu vit at fáa týdningarmikið útivallamál við eini frísparksperlu frá Peturi Knudsen, tá vit taptu tepurt 2-1. Tí sá tað sera lovandi út á heimavølli, tá FC Dinamo Minsk longu í 7. minutti fekk mann útvístan og máttu spæla við 10 monnum so at siga allan dystin. Vit høvdu møguleikan, men tóku ikki av.

Ballymena United er norðurírskt felag. At umkringliggjandi bygdirnar eita Aghoghill, Cullybackey, Craigywarren, Broughshane, Aughafatten, Ballyeaston Ballynure og Glenwherry ber boð um, at teir eru til at snakka við. Í 2015 vístu vit FC Linfield, hvar skápið skal standa, tá bara svart óhepni gjørdi, at vit ikki vunnu so mikið á Svangaskarði, at vit komu viðari. FC Linfield er besta liðið í Norðurírlandi og sostatt betri enn Ballymena Utd.

NÚ HAVA VIT MØGULEIKAN!

Vit tí styrki, sum NSÍ nú vísir og við góðu gongdini seinastu nógvu dystirnar í huga, hava vit eina grundaða vón um, at uppgávan er til at loysa. Vit eru í dystarvenjing, tað eru teir ikki. Flogfarið til fyrra dystin er leigað og vónandi verður tað fullsett við hartrópandi NSÍ’arum. Vinna vit, fara tíðindini helst at frættast í Aghoghill, Cullybackey, Craigywarren, Broughshane, Aughafatten, Ballyeaston Ballynure og Glenwherry.

MEN NÚ ER EYSTANSTEVNA!

Og vit møta einum argjaliði, sum altíð gevur NSÍ høvuðbrýggj – ella næstan altíð… Tí seinast vundu vit burturúr teimum. Tað megna vit vónandi eisini hesuferð. Men tað kemur ikki av sær sjálvum. Hvør dystur er ein nýggj avbjóðing og eigur at takast í størsta álvara. Í løtuni eru vit á aldukambinum. Nøkur halda, at øll lið skulu niður í aldudalin minst eina ferð í hvørjum kappingarári. Men teir bestu surfararnir fara ongantíð niður í aldudalin. Teir duga kynstrið støðugt at halda seg á aldukambinum. Tað dugdi HB fjør. Og vónandi duga vit tað í ár.

Góðan stevnudyst og góða Eystanstevnu!

Líknandi tíðindi