NSÍ – Ballymena hósdagin kl 19.00 á Svangaskarði.

0

Hóskvøldið kl 19.00 skal NSÍ royna at spæla seg viðari í Euroleage kappingini. NSÍ taptu útdystin 2-0, so tað er enn møguligt at spæla seg víðari í kappingini. Leikarar fyrireika seg nú til hesa uppgávuna, og fara at gera sítt besta. Tað hevur ómetaligan stóran týdning at vit møta upp og stuðla liðnum, og tørvur er á øllum stuðli hóskvøldið. Vit ynskja at øll møta upp í gulum hendan dagin, og at vit samlast á Svangaskarði, soleiðis at leikararnir fáa fullan stuðul til dystin. Tað er nú at vit skulu STANDA SAMAN, og vísa okkara styrki.

 

Vit vóna at allir NSÍ-arar møtast við Løkin, og koma til gongu eftir gøtuni niðan á Svangaskarð at stuðla liðnum! So komi nú øll við, tí VIT ERU NSÍ!

 

Atgongumerkir til dystin kunnu keypast við dyrnar:

Vaksin kostar 100,-

Børn kostar 50,- TÓ SLEPPA ØLL BØRN Í GULUM ÓKEYPIS.

Share.

Skriv et svar