|

Pól Jóhannus Justinussen hevur longt sáttmálan!

Pól Jóhannus Justinussen hevur í kvøld longt sáttmálan við NSÍ. Pól hevur avgjørt verið ein av stuðulsleikaranum seinastu árini, og hevur ein sera stóran týdning fyri NSÍ liðið. Pól hevur við síni styrki og fótbóltsførleika verði ein brandur á NSÍ liðnum í ár, tí eru hettar gleðiboð fyri NSÍ viðhaldsfólkini at Pól nú hevur longt um sáttmálan.

 

Pól Jóhannus er ein sera royndur leikari, og hevur leikt ca 300 dystir í bestu deildini í Føroyum, umframt fleiri landsdystir. So um hansara góða gongd heldur á, so verður neyvan longið inntil boð verður eftir sterka NSÍ-aranum til at umboða A-Landsliðið aftur.

 

 

Vit ynskja Pól Jóhannus Justinussen tillukku við nýggja sáttmálanum, og ynskja honum alt tað besta framyvir í tí GULU troyggini.

Líknandi tíðindi