|

Vælkomin til dyst. NSÍ – HB kl 19.00

Vælkomin til dyst!

NSÍ og HB bresta saman við Løkin. Talan er um ein sera avgerandi dyst í topp stríðnum í føroyskum fótbólti. Ein dystur sum av hvørgin av pørtinum hevur rá at tapa. Dysturin er tí sera áhugaverdur, og roknast kann við ein spennandi dysti, har bæði liðini fara á vøllin fyri at vinna. Lagt er upp til eitt ordans brak av einum fótbóltsdysti, har 2 lið sum allarhelst munnu roknast við at verða í topp formi í føroyskum fótbólti. Felags fyri NSÍ og HB er at bæði liðini venja hart, og venja meira enn onnur lið í kappingini, og tískil eru leikararnir sera væl fyri bæði kroppsligt og tá talan er um orku.

Á stigatalvuni liggur NSÍ nr 2 við 35 stigum fyri 15 dystir, og HB er á 5 plássi við 34 stigum fyri 17 dystir. Hettar vísur at kappingin í ár er sera jøvn og spennandi, bert 1 stig skilir nr 1 og nr 5, tó skal viðmerkjast at onkur lið hava leikt meira dystir osv. So dysturin í dag kann hava stóran týdning, tá gerðast skal upp seinast í oktober.

NSÍ hevur í ár vunnið allar sínar heimadystir í kappingini, og hettar er við til at leggja lunnar undir eitt gott kappingarár fyri felagið. NSÍ hevur heldur ikki tapt í 10 dystir á rað í føroysku kappingini. Dysturin ímóti HB skal heldur ikki tapast, NSÍ á heimavølli fer at gera alt teir eru mentir fyri at vinna dystin. Við Løkin fær onki nakað heim við sær, her er grundarvøllurin fyri góðu gongduni hjá felaginum, og ímóti HB er onki undantak. Her STANDA VIT SAMAN um NSÍ, og samanhaldið skal føra okkum á mál. SAMAN STANDA VIT STERK, og hettar skal síggjas og hoyrast. Latið okkum øll somul veruliga stuðla okkara monnum, soleiðis at leikarar merkja stuðulin frá okkum øllum, hettar hevur stóran týdning, og um NSÍ skal klára at hanga í toppinum í føroyskum fótbólti, so er tørvur á øllum góðum kreftum á vøllinum og uttanfyri vøllin, vit mugu øll standa saman, og VIT ERU ØLL NSÍ. Latið okkum vísa at NSÍ er meira enn teir 11 leikararnir á vøllinum, latið okkum vísa at NSÍ er ein sterkur felagsskapur, har øll stuðla við fullum hjarta og sál.

Fari at bjóða øllum fótbólts Føroyum vælkomin til dyst ímóti NSÍ og HB, og vóni at vit fáa at síggja ein góðan fótbóltsdyst, sum verður leiktur undir “Fair Play” og góðum ítróttaranda, bæði á vøllinum og uttanfyri vøllin.

Góðan dyst øll somul, og KOYR Á NSÍ.

Líknandi tíðindi