Úr Vespuni, Eyðun Gaardbo skrivar.

Tá eg bleiv spurdur um at skriva eina síðu til leikskránna í dag, helt eg tað vera hóskandi at umrøða kringumstøðurnar við vøllin, sum alsamt gerast betri, tó at nakað enn er eftir á mál. Kioskin letur nú uppaftur, sum partur av sjálvum skýlinum, nátthúsviðurskiftini eru komin uppá pláss og ljóðviðurskiftini kring vøllin eru lyft á eitt hóskandi støði. Eisini kunnu vit gleðast um frálíku ljósini, sum gera, at tað er líkamikið, nær á døgninum spælt ella vant verður.

Nú eru longu nøkur ár síðani, skýlið kom – hugsi, tað var í 2015. Skýlið, sum tekur seg væl út og annars er sera væl frágingið, átti eftir mínum tykki at verið í sama stíli sum Bylgjan, tvs. at tú sært inn, tá tú koyrir eftir vegnum omanfyri. Fyrr sást tú vøllin, men ikki inn í høllina, nú er øvut. Tað átti at borið til at gjørt partar av vegginum í skýlinum sum glaspartí, uttan alt ov nógvan meirkostnað. Kjallarin hevur roynst okkum góður sum felagshøli og er í dag í betri standi enn nakrantíð, men kjallarin verður ongantíð heimið hjá NSÍ. Til hetta krevst eitt felagshús.

Tá eg sat í býráðnum um aldarskiftið, gjørdu vit eina roynd at fáa byggiloyvi til hús og skýli við staðseting niðanfyri vøllin. Kanska dugdu vit ikki nóg væl at selja boðskapin ella at fáa forstáilsi – í øllum førum bleiv umsóknin havnað, men sum skilst, blæsa lýggjari vindar á hesum mótinum nú og tí vóni eg, at sitandi býráð beinanvegin tekur stig til eina nýggja roynd at fáa viðurskiftini niðanfyri vøllin umfatandi felagshús og áskoðarapláss í lag, við neyðugum loyvum frá avvarðandi myndugleikum, soleiðis at tá fígging er tøk, er eisini møguligt skjótt at fara undir byggingina.

Hóast eg veit, at fleiri tekningar finnast av felagshúsinum, gjørdar av ymsum persónum/feløgum, kundi kanska verið skilagott at útskriva eina kapping, har treytirnar verða allýstar – bæði við atliti til Løkina og eisini hvørji krøv sjálvur bygningurin skal lúka. Avbjóðingin fyri teknaran verður tvíbýtt, øðrumegin hevur hann tað pulserandi lívið kring vøllin og hinumegin friðin, hagan, gøtuna og Løkina.

Bygningurin verður samstundis heimið hjá NSÍ og fólkini, ið har koma at hava sína dagligu gongd, gerast sálin í felagnum. Har verður øll framtíðarsøga felagsins savnað og bygningurin skal sjálvandi rúma áhugamálum, sum hóska tí yngsta, eins væl og tí elsta, soleiðis at øll kenna seg heima.

Fyri kortum málbar borgarstjóri okkara seg nakað soleiðis á einum miðli. Hetta var í sambandi við at bæði Betri liðið, 1. deild og u21 lið felagsins øll lógu á 1. plássi í teirra deildum: “okkurt hevur onkur gjørt rætt” og rætt var tað og spennandi verður, um vit um eina tíð fara at siga tað sama um avgerð býráðsins í málinum um felagshúsið “okkurt hevur onkur gjørt rætt”. Stór ætlað verkætlan er ávegis stutt norðanfyri og spurningurin er, um tað onkursvegna ber til at samansjóða ætlanirnar, eisini soleiðis at tær arkitektoniskt tosa sama mál.

Tað gongur væl hjá NSÍ fyri tíðina og við Gudjóni við høvuðsvenjararóðrið, eru øll tekin til at gongdin heldur sær frameftir og tað eiga politikkarar okkara at hava í huga, tá teir taka avgerðir um raðfestingar.

Saman standa vit sterk.

Líknandi tíðindi