Úr Vespuni, grein frá Erlu Weihe Johannesen

0

Runavíkarøkið og NSÍ

Nú er aftur dystardagur í Betri deildini – spennandi. Tað kitlar í búkinum, og vit sita klár at fylgja við, tá dysturin fer í gongd. Sjálv eri eg av ágrýtnastu “útvarps-viðhaldsfólkum” hjá NSÍ – sjálvt um eg veit, at tað nokk hevði verið betri at víst stuðulin í skýlinum. Gongur væl hjá NSÍ, er lagi hjá mær so sera gott, ímeðan tað nívir eitt sindur, tá tað gongur minnið væl.

Sum barn minnist eg sera væl sunnudagarnar, sum byrjaðu við kirkjugongd, síðan ein góðan døgurða, og so við babba ella einari vinkonu oman til fótbóltsdyst. Hetta var fastur táttur øll barna- og ungdómsárini, men broyttist, tá ið eg flutti av landinum og seinni flutti heim aftur við manni og síðan børnum, sum ikki tíma at hyggja at fótbólti.

Eg havi altíð haft stóran áhuga fyri øllum, sum rørir seg í Runavíkarøkinum*, eisini í allari kommununi, og havi seinastu árini gjørt fleiri kanningar í økinum sum lið í útbúgvingini til samfelagsfrøðing. Tað hevur verið sera áhugavert at granska, hvat eyðkennir Runavíkarøkið á sosiala og mentanarliga økinum, og fari eg at lýsa nøkur av úrslitunum sera stutt niðanfyri.

Runavíkarøkið eins og øll onnur økir, hevur bæði góðar og minnið góðar síður. Fyri at tríva í nakað av tí, sum treingir til ábøtur, so er eitt eyðkennið hjá okkum her, at býurin hevur einki natúrligt savningarstað, onga býarmiðju, umframt at her eisini mangla fleiri hugnaligar café’ir og matstøð. Økið er harafturímóti sera vakurt og væl egnað til lættar gongutúrar. Tað er sera væl egnað til vatnsport, og veðrið í økinum er eitt tað besta í øllum Føroyum. Sólargangurin er fantastiskur, og hevur tú góða lívd, har sum tú ert, ber til at sita nógv úti heilt frá apríl til oktober. Sum heild verður Runavíkarøkið hildið at vera sera rúmligt at koma til – øll fólkasløg verða boðin vælkomin til býin og til ítróttarøkið við Løkin.

Tað, sum eisini eyðkennir staðið, er, hvussu stóran týdning NSÍ hevur fyri samanhaldið og mentanina á staðnum. Tað kom fram í mínum kanningum, at NSÍ altíð hevur samla fólkið í økinum. Veitslurnar hjá felagnum eru kendar fyri at vera góðar – og bæði ítróttarfólk og tey, sum ikki íðkaðu ítrótt, stuttleikaðu sær óført til hesar veitslur. Virksemið í felagnum er sera væl skipað við nógvum sjálvbodnum arbeiði og nógvum eldsálum, sum standa fyri at samskipa bæði á vøllinum og uttanfyri: venjarar skulu finnast, venjingar og dystir skulu planleggjast, peningur skal samlast til felagið osv. Til hetta krevst nógv arbeiði, og nógv eru fús at hjálpa, bæði foreldur og onnur, sum eru góð við felagið. Viðhaldsfólkini eru eisini ein hornasteinur í arbeiðinum og saman við tykkum røkkur NSÍ hægstu tindum – spennandi verður at vita, hvussu langt vit røkka í ár 🙂

Saman standa vit sterk(ast)!

*Bygdirnar Runavík, Saltangará og Glyvrar

Share.

Skriv et svar