Ein dystur um Evropa luttøku!

0

NSÍ tekur í dag ímóti Vikingi við Løkin, og er dysturin ein sann  finala um at tryggja sær Evropa luttøku í 2020. NSÍ er í løtuni 6 stig frammanfyri Víking, og við einum sigri í dag, so kann NSÍ so gott sum tryggja sær 3 plássi í Betri deildini. Hinvegin má Víkingur vinna dystin um teir skulu liva í vónini um Evropa luttøku komandi kappingarár. Hettar talar fyri seg, ein grannauppgerð har sera nógv stendur uppá spæl, og dystirnir ímillum júst NSÍ og Víking hava nakað serligt yvir sær.  Hettar er ein dystur har ongin vil tapa, her telur bert tað at vinna, og hettar eyðkennir bæði NSÍ og Víking, 2 lið sum gera alt fyri at vinna ein fótbólts dyst. Hettar ger at vit í dag koma at síggja tvey lið sum leggja sera nógv fyri, og fara at gera alt tey kunnu fyri at vinna dystin. Hettar er sjálvandi gott fyri ákoðarafjøldina sum hyggur, og fáa vit vónandi ein góðan dyst at síggja í dag, og vónandi síggja vit á vøllinum tvey lið sum veruliga leggja alla orku í at vinna, soleiðis at vit síggja ein góðan og spennandi fótboltsdyst.

 

Eg fari at bjóða øllum vælkomnum til dagsins dyst, og vóni at øll viðhaldsfólk gera sítt til at stuðla teirra liði, soleiðis at vit á vøllinum fáa ein góðan dyst við góðum undirhaldi. Latið okkum øll gera okkara til at stuðla og tó hava virðing fyri hvørjum øðrum, latið okkum vísa “fair play” á allan hátt, soleiðis at hettar gagnar bæði fótbólti og undirhaldi.

 

Fari eisni at heita á NSÍ viðhaldsfólkini um at vísa sín góða stuðul aftur í dag, NSÍ er ein sterkur felagsskapur, og vit standa øll saman um NSÍ, og hettar skal altíð síggjast og hoyrast. Vit eru NSÍ, og SAMAN STANDA VIT STERK. Í dag rópa vit øll somul saman á NSÍ, KOYR Á NSÍ.

 

Góðan dyst øll somul.

Share.

Skriv et svar