Ársveitslan 9 nov í skótahúsinum!

0

Ársveitslan verður 9 novembur í skótahúsinum. Atgongumerkir verða seld í Bókabúðini, og sølan byrjar mánadagin tann 14 oktober. Seinast var útselt til veitsluna, so í ár er at gera skjótt av at keypa atgongumerkir. Freistin at keypa atgongumerkir er 4 novembur.

Prísur er 400,- írokna borðhald og dans.

Bert dansur kostar 150,-.

Húsaorkestrið (Eyðun Gaardbo, Sverri Justinussen og Terji B Vestergaar) spælir undir til felagssangin, og Hilmar Jan kemur at undirhalda.

Søla av leikarablusum verður.

Til dansin koma Jens Marni Hansen og Kim Hansen at spæla.

 

 

Vit síggjast 🙂

 

 

 

Share.

Skriv et svar