FSF lurtar ikki eftir NSÍ!

Enn einaferð hevur FSF flutt ein dyst uttan at NSÍ hevur nakran møguleika at gera nakað. Talan er um U21 dystin ímillum NSÍ-HB, sum skuldi spælast kl 19.30 í kvøld við Løkin. Men leygardagin kom skriv frá FSF um at dysturin var fluttur til 21 oktober í staðin.

Enn einaferð standa vit í NSÍ spyrjandi, og skilja ikki hvat grundgevingin er at flyta dystin. NSÍ ynskir dystin leiktan í kvøld, og ikki um eina viku. NSÍ hevur gjørt vart við hettar til FSF, men tað spyrst onki burturúr at samskifta við FSF longur, og føla vit ið varða av NSÍ okkum sera illa viðfarnan av FSF.

Seinasta flutti FSF ein dyst í Betri deildini í fleiri mánaðar, dystin ímillum NSÍ og KÍ, og nú enn einaferð fytir FSF ein dyst, hesuferð ein avgerandi dyst í U21 kappingini, eisini uttan at hava eina samtykt frá NSÍ. Hettar vísur bert at NSÍ hevur ikki nakra sum helst týdning í FSF hopið, og føla vit okkum snøgt sagt reyvrend av FSF!

 

NSÍ hevur melda út at vit ikki kunnu spæla dystin 21 oktober. So nú sita vit spent og bíða um FSF ger nakað meira við málið, ella um FSF gongur yvir í HB húsið við steypinum.

Líknandi tíðindi