Gudjón Thordarson gevst í NSÍ
Gudjón Thordarson gevst sum høvuðsvenjari hjá NSÍ. Gudjón ynskti at gevast, og eru NSÍ og Gudjón samdur um at steðga samstarvi.
Vit takka Gudjón fyri tíðina í NSÍ, og ynskja honum alt tað besta.
Vøllurin við Løkin liggur einans 400 metrar frá barnaheiminum hjá mær. Pápi mín Henning Johannesen (Ning) misti ikki ein tann einasta fótbóltsdystin hjá NSÍ í 70-80’unum til hann brádliga doyði í 1983. Eldru beiggjarnir og systurin spældu eisini við NSÍ. Sostatt kann mann róliga siga, at undiritaði vaks upp við NSÍ, sum var ein natúrligur…
NSÍ-dagar vóru í vikuskiftinum, og sum vanligt varð ‘Ársins Vespa’ vald. Ársins vespa í 2015 er Jógvan Martin Høj. Strandingurin, ið er búsitandi á Glyvrum, er fastur gestur á vøllinum við Løkin. Eisini er hann nærum altíð at síggja til útidystir hjá NSÍ. Og tá snakka vit ikki bara um effo-liðið, men um øll liðini…
Regluligi ársaðalfundurin hjá NSÍ fyri 2012 varð hildin í kantinuni í skúlanum við Løkin í kvøld. Fitt av fólki var møtt upp og talan var um ein góðan og siðuligan fund væl leiddan av Lassa Klein sum fundarstjóra. Forkvinnan í NSÍ Kinna Olsen hevði eina áhugaverda frágreiðing um virksemi felagsins í farna ári. Grannskoðaður roknskapur…
Lutaseðilin hjá G13-liðnum hjá NSÍ er nú drigin. Vinnarar eru: Vinningarnir fáast við at venda sær til tlf. 238818 ella 548638. Genturnar takka fyri stuðulin, sum fer til venjingarleguna í Spania.
Við einum greiðum finalusigri á FC Suðuroy í dag á Tórsvølli, hava NSÍ dreingir U-16 vunnið steypakappingina 2012. Dysturin endaði 6-2 eftir hálvleiksstøðuna 2-0 til NSÍ. Dystarhagtøl: FC Suðuroy – NSÍ 2-6 (0-2) 0-1: Andrias Poulsen NSÌ 0-2: Sjálvmál 0-3: Betuel Hansen NSÌ 0-4: Andrias Poulsen NSÌ 0-5: Andrias Poulsen NSÌ 0-6: Meinhard Olsen…