Gudjón Thordarson gevst í NSÍ
Gudjón Thordarson gevst sum høvuðsvenjari hjá NSÍ. Gudjón ynskti at gevast, og eru NSÍ og Gudjón samdur um at steðga samstarvi.
Vit takka Gudjón fyri tíðina í NSÍ, og ynskja honum alt tað besta.
Seinasta umfar áðrenn summarsteðgin, varð leikt í kvøld. Okkara dreingir spældu móti felagsliðnum EBS/Skála á Skála. Dysturin endaði við einum greiðum 5-1 sigri til okkara dreingir U-18. Málskjúttarnir í kvøld vóru Meinhard Olsen 3, Ari Langgaard 1 og Albert Johannesen 1. Nú kappingin fer í summarfrí og 10 umfør eru leikt er støðan hendan: Nr…
Málmanslegendan hjá NSÍ og Føroyum verður í dag 50 ár. Orðið legenda verður helst brúkt ov nógv, men tað er næstan ikki nokk til at lýsa Jens Martin Knudsen. Tað er helst ikki neyðugt at presentera mannin serliga neyvt, tí tey flestu kenna hann. Yrkisleiðin hevur verið drúgv og góð. Hann er kendur fyri sína…
Mórits Heini Mortensen hevur longt sáttmálan við NSÍ. Mórits Heini er ein av okkara egnu ungu evnaríku leikarum, og velur sjálvandi at verða NSÍ-ari. Mórits Heini er 20 ára gamal, og hevur heilt víst sera góð fótbóltsevnir, og eri vit glað og stolt at hann nú hevur longt sáttmálan við NSÍ. Vit ynskja honum…
Liðskiparin Klæmint A Olsen hevur longt sáttmálan við NSÍ. Klæmint hevur seinastu nógvu árini verði stuðulsleikari, undangongumaður og liðskipari hjá NSÍ. Nú hevur málkongurin í føroyskum fótbólti longt sáttmálan við NSÍ við 2 árum avtrat. Vit fegnast øll um hettar, og ynskja Klæmint A Olsen tillukku við nýggja sáttmálanum, og vit øll í NSÍ…
Longu í fyrsta minutti vóru okkara menn í vandamiklum álopi, har Magnus kom í góða støðu, men bólturin støkk inn til málmannin. Eitt groft æl beint undan dystarbyrjan gjørdi, at vøllurin var vátur og menn tóktust darvaðir av hesum og tað viðførdi eisini óvanliga nógvar tekniskar feilir í fyrra hálvleiki. Í 4. min. er…
NSÍ og Kia (Bergmotors) hava gjørt stuðulsavtalu, sum er galdandi fyri 2018 og 2019. Vit eru fegin um at Kia (Bergmotors) ynskja at stuðla NSÍ, og takka vit mangan ferðir fyri stuðulin. Vit síggja framm til eitt gott samstarv við Kia (Bergmotors) komandi 2 árini.