Haraldur R Højgaard heim aftur til NSÍ
Haraldur R Højgaard kemur heim aftur til NSÍ. Haraldur hevur í kvøld skrivað undir 2 ára sáttmála við NSÍ.
Vit ynskja Haraldur tillukku við sáttmálanum, og vælkomnan aftur í gulu blusuna.
Nú byrjar venjingin aftur av álvara Dreingir undir 10 ár – U10 – byrja venjingina týsdagin 5.apríl og venja millum kl 17 og 18 U7 og U8 byrja mánadagin 4.apríl, frá kl 16-17 U6 byrjar venjingina eftir flaggdagin Skema við venjingartíðum og hvørjir venjarnir eru, kemur at liggja á heimasíðuni hjá NSÍ
Ársveitslan hjá NSÍ verður leygardagin 26 oktober kl 19.00 í Skótahúsinum við Løkin. Á skránni er m.a.: Borðhald við góðum mati Skemt og felagssangur Flemming og Vinmenn spæla til dans Troyggjurnar hjá Effoleikaranum verða seldar á uppboðssølu Atgongumerki kunna keypast í Bókabúðini og kostnaður er 250 kr. So verið hjartaliga vælkomin til ársins ítróttarveitslu og…
Vit hava móttikið yvir 60 tilmeldingar til heilsufótbóltin, og tað eru vit sera glað fyri. Flestu fráboðanir eru frá kvinnum, men menn eru eisini rímiliga væl umboðaðir. Luttakararnir eru frá 20-60 ár, og miðalaldurin liggur beint niðanfyri tey fjøruti. Hendan fyrsta dagin spæla vit fótbólt meginpartin av tíðini, men eitt sindur av tíðini fer til…
Faxe Kondi stuðlar sjálvandi NSÍ. Vit eru takksom fyri stuðulin.
Fryntligi NSÍ-fjepparin Justinus Justinussen verður 50 ár í dag. Justinus brúkar og hevur brúkt óteljandi tímar sum hjálparfólk í ymiskum leiklutum fyri NSÍ. Justinus hevur í fleiri ár verður fastur maður í NSÍ-hølunum, tá dystir og venjingar eru. Eisini hevur hann skipað fyri hugnaløtum, eitt nú tá HM-dystir vóru á skránni seinasta summar. Umframt hetta…
Í døgunum 10. til 14. apríl fer føroyska U17-landsliðið við dreingjum at luttaka í eini U17-minikapping í Swansea í Wales, sum UEFA skipar fyri. Umframt vertirnar og Føroyar, eru Ísland og Norður Írland eisini við í kappingini. Í hesum sambandi hava venjararnir, Áki Johansen og Pól F. Joensen úttikið hesar 18 leikararnar: Teit Jacobsen, Hilmar…