Heidi Sevdal spælir við NSÍ í 2020

0

Longi hevur verið greitt at NSÍ fer at hava lið í Betri deildini hjá kvinnum komandi kappingarár. Og eru fyrireikingarnar langt síðani byrjaðar. Hópurin er byrjaður at venja og fólk eru sera spent uppá komandi kappingarár.

 

Nú er greitt at ein stórur profilur í føroyskum fótbólti fer at umboða NSÍ í 2020. Heidi Sevdal hevur valt at koma heim til Løkin at spæla fótbólt, har hon byrjaði sítt fótbóltsævintýr. Heidi er ein stórur profilur í føroyskum fótbólti, hon hevur íalt spælt 246 dystir í bestu deildini (írokna steypakapping), og hevur hesar dystirnar skorað 282 mál. Heidi hevur eisini spælt gott 50 landsdystir fyri Føroyar, har hon eisini hevur skorað fleiri mál.

 

Nú er Heidi komin heim til NSÍ, og fer nú at stríðast fyri felagið har alt byrjaði. Vit eru glað um at síggja Heidi aftur í gulu blusini, og bjóða henni vælkomnum aftur til felagið og góða eydnu.

 

Share.

Skriv et svar