|

Rógvi Egilstoft spælir við NSÍ

Rógvi Egilstoft Nielsen hevur skrivað undir sáttmála við NSÍ. Rógvi hevur spælt 179 dystir í Betri deildini og hevur skorað 12 mál. Rógvi hevur eisini spælt 23 dystir í steypakappingini.

Hann hevur umboða 07 Vestur frá 2009-2012, og síðani Eb-Streymur frá 2013-2019 (var tó utleigaður til Skála seinnu hálvu í 2016).

Nú er so greitt at Rógvi Egilstoft Nielsen spælir við NSÍ komandi ár. Rógvi er avgjørt ein góður leikari, sum við sínum evnum og royndum styrkir um NSÍ liðið.

Vit ynskja Rógva Egilstoft Nielsen vælkomnum til felagið, og ynskja honum bestu eydnu í gulu blusuni.

 

Líknandi tíðindi