Ansy Sevdal Jacobsen spælir við NSÍ í 2020.

0

Nú er greitt at enn ein stórur profilur í føroyskum fótbólti fer at umboða NSÍ í 2020. Ansy Sevdal Jacobsen hevur eisini valt at koma heim til Løkin at spæla fótbólt, har hon byrjaði sítt fótbóltævintýr. Ansy er ein stórur profilur í føroyskum fótbólti og hevur hon spæl 228 dystir í bestu deildini (írokna steypakapping og Womens Champions League),, og hevur hesar dystirnar skorað 73 mál. Ansy hevur eisini spælt 56 landsdystir fyri Føroyar, har hon eisini hevur skora fleiri mál.
Nú er Ansy komn heim til NSÍ, og fer nú at stríðast fyri felagið har alt byrjaði. Vit eru sera glað fyri at síggja Ansy aftur í gulu blusuni, og bjóða henni vælkomnum aftur til felagið og góða eydnu.

Share.

Skriv et svar