Jóhan Troest Davidsen er gulur!
Jóhan Troest Davidsen hevur skrivað undir nýggjan 2 ára sáttmála við NSÍ.
Jóhan er ein sera royndur leikari, hann hevur leikt yvir 300 dystir í bestu deildini, 14 dystir í Evropa og fleiri landsdystir fyri Føroyar. So Jóhan er avgjørt ein sera týdningarmikil leikari fyri NSÍ, og við sínum royndum kemur hann avgjørt at verða ein góður maður á NSÍ liðnum.
Sterki verjuleikarin er GULUR, og eru vit sera fegin um at Jóhan framhaldandi ynskir at umboða NSÍ.
Vit ynskja Jóhan tillukku við sáttmálanum, og ynskja honum bestu eydnu.