Fjepparin: Janus Olsen

1


Undan dystunum spyrja vit onkran fjeppara nakrar spurningar. Hesu ferð er fjepparin Janus Olsen.

Navn?
Janus Olsen

Hevur tú fast pláss til dyst við Løkin og hvar?
Eg plagi at standa á miðjuni á ovari síðu – eg eri til hvønn dyst, tá eg eri heima.

Spældi tú sjálvur?
Nei, ongantíð.

Yndisleikari hjá NSÍ?
Mær dámar allar líka gott. Tað er ikki lætt at seta navn á. Nógvir hava roynst væl – Christian Høgni hevur mangan verið óførur.

Størsta løtan sum NSÍ-fjeppari?
Eg var heima, tá vit gjørdust føroyameistarar – tað var nógv tann størsta løtan. Men tað var eisini stuttligt, tá vit vunnu Løgmanssteypið í Havn.

Størsta styrkin hjá NSÍ?
Eg veit ikki. Teir eru óalmindiliga góðir, sera kvikir, og har er nokkso fitt av fólki eisini. Vit hava verið óhepnir at missa á stokkinum fyrstu dystirnar í ár.

Mikukvøldið møta vit B68. Lýs mótstøðuliðið stutt
Teir eru altíð ringir at vinna á. Teir hava nógvar góðar leikarar og eru kvikir. Grannauppgerðir kunnu fara báðar vegir.

Hvat væntar tú, úrslitið verður mikukvøldið millum NSÍ og B68?
Eg vóni og vænti, at vit vinna – 3-2.

Hvønn skulu vit spyrja næstu ferð?
Jarvill Petersen, Rituvík.

Share.

1 kommentar

Skriv et svar