|

Av Golanheyggjunum: Ian D. Jacobsen, B68

Undan dystinum mikukvøldið hava vit spurt ein fjeppara hjá mótstøðuliðinum nakrar spurningar. Hesu ferð er fjepparin Ian Djurhuus Jacobsen.

Navn og aldur?
Ian Djurhuus Jacobsen, 30 ár

Spælir tú sjálvur? Hvar á vøllinum?
Sum vaksin havi eg bara spælt við 3. deild, altíð í álopinum.

Tín yndisleikari hjá B68?
Aksel Højgaard. Á liðinum nú er tað nokk Ndende ella Keita.

Størsta løtan sum B68-fjeppari?
Tá vit gjørdust føroyameistarar í 1992. Tá vit vunnu seinasta dystin tað kappingarárið – 4-2 á NSÍ á grasvøllinum.

Mikukvøldið møta tit NSÍ. Lýs mótstøðuliðið stutt.
NSÍ hevur havt eitt gott og sterkt lið tey seinastu árini. Men í ár hava teir verið svingandi, tíbetur.

Hvørjir verða mest eyðsýndu leikararnir hjá liðunum báðum mikukvøldið?
Hjá okkum verður tað Poul N. Poulsen og møguliga Ndende, um hann er við. Hjá NSÍ verða tað Christian Høgni har frammi og Jónhard í verjuni. Og sjálvandi kemur Jann Ingi í fokus, tí hann er toftamaður.

Hvussu er tað at síggja ein toftamann á miðvøllinum hjá NSÍ?
Eg veit ikki. Fótbóltur er bara soleiðis í dag. Men tað var tungt at síggja Fróða Benjaminsen skora sigursmálið hjá HB móti B68 seinasta vikuskifti.

Hvat væntar tú, at úrslitið verður mikukvøldið millum B68 og NSÍ?
B68 er mest skorandi liðið í ár við 2,6 málum per dyst. So eg vænti ikki færri enn 3 mál. Eg taki fýra rakettir við – tríggjar til málini og eina til sigurin. Vónandi fær NSÍ einki mál, ella í ringasta føri eitt. Men eg vænti, at vit skora eini 4 mál, so úrslitið verður antin 3-1 ella 4-1 til B68.

Líknandi tíðindi