Salmundur Bech er nú NSÍ-ari

0

24 ára gamli Salmundur Bech hevur skrivað undir sáttmála við NSÍ. Salmundur spældi ikki í 2019 vegna ein skaða, men er nú komin fyri seg aftur, og er klárur til eitt spennandi kappingarár. Salmundur hevur leikt 82 dystir í Betri deildini umframt 8 dystir í kappingini um løgmamssteypið, og hevur skorað íalt 20 mál. Salmundur var eisini partir av U21 landsliðnum í 2018.

Nú kemur ungi og evnaríki vágbingurin at spæla við NSÍ, og ynskja vit Salmundur vælkomnan í felagið, og bestu eydnu í gulu troyggjuni.

Share.

Skriv et svar