Kunning í samband við venjing hjá NSÍ

Sum øllum kunnugt so liggur allur fótbóltur í “pausu” í løtuni, og ongar venjingar eru í felaginum. Løgmaður hevur í dag melda út at soleiðis verður tað til annan páskadag, og tá verður ein nýggj støða tikin. Hettar tilmælið fer NSÍ at fylgja, og koma so ongar felagsvenjingar at verða á vøllinum við Løkin í hesum tíðarskeiðinum.

Tað er sera harmuligt at tað skal verða so, men vit sum felag mugu lurta eftir mynduleikunum, og fylgja teimun tilmælum, ið vit fáa. Tað er okkara skylda at lurta eftir og gera eftir boðunum. Tí vilja vit heita á allar NSÍ-arar um at virða tilmælini, og ansa eftir hvørjum øðrum. Latið okkum øll gera okkara skyldu, og ansa eftir hvørjum øðrum.

Tað er nú at vit skulu STANDA SAMAN, og virða tilmælini um ikki at verða ov nógv samlaði. Vit standa øll saman um stríði ímóti Corona virusinum, og vónandi sleppa vit skjótt aftur á vøllin at venja fótbólt.

Nú heita vit á øll um at virða boðini, men samstundis kunnu tit venja heima, til ber at renna og gera øvilsir osv fyri at halda formin osv. Vit koma øll sterkt aftur, tá loyvið verður givið at spæla fótbólt aftur.

 

Koyri nú á at venja, fyri tykkum sjálvi.

 

Líknandi tíðindi