Christian Høgni – dagsins maður móti EB/Streymi

0


Síðani dystin móti EB/Streymi seinasta fríggjakvøld hava tit havt høvi at velja dagsins mann móti EB/Streymi.

Nú atkvøðugreiðslan er stongd, liggur Christian Høgni Jacobsen klárt á odda við 39% av atkvøðunum. Hann fekk íalt 91 av teimum 235 givnu atkvøðunum. Hetta er nógv tann størsta undirtøkan, nakar einstakur leikari heur fingið higartil. Christian Høgni  varð eisini kosin dagsins maður seinasta dyst.

Nummar tvey og trý eru Jann Ingi og Jens við ávikavist 15% og 14%.

Hesir tríggir leikararnir hava allir verið í topp 3 áður.

Heili 235 greiddu atkvøðu hesa ferð, og er tað nýtt met.

Vit ynskja tvímálsskjúttanum Christiani Høgna hjartaliga tillukku við heiðrinum. Fyrra málið móti EB/Streymi er ikki sæð betri í langa tíð.

Eftir dystin móti B68 í annaðkvøld verður opnað fyri nýggjari atkvøðugreiðslu.

20.04.11 Besti NSÍ'arin móti B68?

  • 10. Christian Høgni Jacobsen (21%, 42 atkvøður)
  • 9. Ismail Abdul Razak (21%, 41 atkvøður)
  • 4. Jens Joensen (17%, 33 atkvøður)
  • 25. Petur Pauli Mikkelsen (9%, 18 atkvøður)
  • 1. András Gángó (6%, 12 atkvøður)
  • 18. Heðin á Lakjuni (6%, 11 atkvøður)
  • 7. Debes Danielsen (4%, 8 atkvøður)
  • 15. Helgi L. Petersen (4%, 8 atkvøður)
  • 22. Árni Frederiksberg (4%, 7 atkvøður)
  • 12. Einar T. Hansen (3%, 6 atkvøður)
  • 6. Justinus R. Hansen (3%, 5 atkvøður)
  • 17. Jónhard Frederiksberg (3%, 5 atkvøður)
  • 5. Jann Martin Mortensen (2%, 3 atkvøður)

Atkvøður íalt: 199

Loading ... Loading ...
Share.

Skriv et svar