NSÍ stovna 24 mars 1957

0

NSÍ var sett á stovn sunnudagin tann 24. mars í 1957, tá kvinnur og menn í Heiðunum og her á leiðini seg saman um nýtt ítróttarfelag, ið var tað fyrsta á eystara armi á Skálafjørðinum.

Navnið var frá fyrstu løtu Nes Sóknar Ítróttarfelag, stytt NSÍ. Hóast sóknin fyri mongum árum síðani er farin í tvey, hevur navnið øll árini verið tað sama.

Í fyrstu nevndini sótu Niklas Foldbo, formaður, Ib Haurits, næstformaður, Johanna Jacobsen (seinni gift Olsen), kassameistari og Jastrid á Roykheyggi, skrivari.

Fremsti undangongumaðurin var Ib Haurits, bakari av Tvøroyri, sum hevði tann fyrimun, at hann var einasti av stovnarunum, sum frammanundan kendi nakað serligt til skipaðan ítrótt.

Byrjaði við hondbólti
Fyrst og fremst hevði hann royndir frá hondbólti, og tí bleiv tað náttúrliga hondbólturin, sum setti dám á byrjanina hjá NSÍ. Ta fyrstu tíðina bar hondbóltsdeildin í felagnum navnið Tjaldur.

Longu frá byrjan lá í luftini, at málið var at íðka fleiri ítróttargreinir í felagnum. Frá 1960 bleiv NSÍ-navnið brúkt burturav, og eisini komu fleiri ítróttargreinar aftrat, so sum badminton.

Kappróður gjørdist fyrst í 60-unum ein ítróttargrein, har NSÍ stóð seg væl, og serliga verður tosað um árið 1962, tá tað á Vestanstevnu eydnaðist øllum bátsmanningunum hjá NSÍ at vinna sínar róðrar.

Fótbóltur burturav
Í 1972 kom fótbóltsvøllurin í Runavík, og longu árið eftir vann NSÍ sítt fyrsta heiðursmerki, tá dreingjaliðið kom í finaluna, har tað bleiv til silvur.

Seinni kom eisini ítróttarhøllin, umframt at ábøtur av ymsum slagi gjøgnum árini eru gjørdar á vøllin við Løkin, so hann í dag hevur framkomið graslíki og skjótt eisini fær áskoðarapláss, skipað eftir altjóða leisti og reglum.

Frá at hava verið felag við ymsum ítróttargreinum, er NSÍ í dag fótbóltsfelag burturav. Á vári í 1998 skipaði kappróðurin sítt egna felag, Kappróðrarfelagið NSÍ, og á heysti sama árið skipaði hondbólturin sítt egna felag, Hondbóltsfelagið Tjaldur.

Millum størstu feløg
Við sínum meira enn 600 limum telist NSÍ í dag millum størstu ítróttarfeløg í landinum. Umframt øll tey mongu, sum íðka ítrótt í NSÍ, er eisini eitt ótal av sjálvbodnum hjálparfólkum, sum virka fyri, at virksemið kann haldast á høgum stigi.

Hesi eru millum annað foreldur, sum gera ein stóran innsats við at hjálpa til á ymsan hátt, eitt nú við at koyra børnini til dystir, sum eru á útivølli. Gloymast skal heldur ikki trúgva áhugafelagið, sum mangan hevur roynst NSÍ hollur stuðul.

Eisini hevur felagið síni trúgvu viðhaldsfólk, sum í august 1999 skipaðu seg í fjepparafelagið Guliganz, ið kring landið alt er kent fyri sín góða hugburð og dygga stuðul, tá NSÍ spælir sínar dystir.

Share.

Skriv et svar