Margunn Lindholm spælir við NSÍ í 2020

0

Nú er greitt at enn ein stórur profilur í føroyskum fótbólti fer at umboða NSÍ í 2020. Margunn Lindholm hevur eisini valt at koma til Løkin at spæla fótbólt. Margunn er ein stórur profilur í føroyskum fótbólti, og hevur hon spælt 135 dystir í bestu deildini (írokna steypakapping og Womens Champions League), og hevur hesar dystirnar skorað 93 mál. Margunn hevur eisini spælt 29 landsdystir fyri Føroyar. Margunn hevur seinastu tíðina spælt við Sundby Boldklub í Danmark.
Nú er Margunn komin til NSÍ, og fer at stríðast fyri felagið. Vit eru sera glað fyri at síggja Margun við Løkin í gulu blusuni, og bjóða henni vælkomnum til felagið og góða eydnu.

Share.

Skriv et svar