Bakkafrost stuðlar NSÍ
Bakkafrost hevur verið á bringuni á NSÍ blusuni í fleiri ár, og aftur í 2020 er eyðkenda og kenda búmerkið á bringuni á NSÍ blusuni.
Vit eru fegin um at Bakkafrost framvegis er høvuðsstuðul hjá NSÍ.
Lutaseðilin, sum vann eina Iphone, til dystin NSÍ-HB 26 oktober 2013, var appelsingulur seðil nr. 41258. NSÍ takkar fyri stuðulin.
Í morgun lýstu vit við, at sjavsur verður aftur í NSÍ hølinum, og at hetta fór at verða mikukvøld. Síðan eru vit gjørd varug við, at Tjaldur vanliga hevur sjavskapping mikukvøld. Hetta vilja vit í NSÍ sjálvandi ikki gera okkum inn á, og velja tí at flyta okkara sjavskvøld til týskvøld ístaðin. So fyrsta sjavskapping…
NSÍ og Bakkafrost hava skrivað undir nýggjan 1 ára sáttmála. Sostatt verður Bakkafrost framvegis høvuðsstuðul hjá felagnum. – Vit eru sera glað fyri samstarvið við Bakkafrost. Tað hevur verið fyrimyndarligt, sigur Dánial Hansen, starvsnevndarlimur hjá NSÍ. Farið verður nú í gongd við fimta kappingarárið saman. – Bakkafrost er ein væl rikin fyritøka, ið er høgt í…
Norðoyar Sparikassi og NSÍ hava gjørt nýggja eitt ára stuðulsavtalu. Nýggja avtalan avloysir høvuðsstuðulssáttmálan, sum partarnir báðir høvdu árini 2006-2009. Høvuðsstuðulsavtalan við Norðoyar Sparikassa spældi týðandi leiklut í hesum minniríka tíðarskeiði felagsins, m.a. tá felagið gjørdist Føroyameistari í 2007. NSÍ fegnast um, at Norðoyar Sparikassi framvegis leggur lunnar undir virksemi felagsins. Við avtaluni við NSÍ,…
Fremsti málskjúttin hjá NSÍ, 21 ára gamli Klæmint A. Olsen, hevur í kvøld skrivað undir nýggjan sáttmála við felagið, so hann heldur fram sum NSÍ-ari til og við kappingarárið 2014. – Tað er gleðiligt fyri bæði felagið og plássið, at vit fáa longt sáttmálan við besta framherjan í føroysku kappingini, og vit eru sera fegin…
Í samband við reglugerð felagsins, verður ársaðalfundur hjá NSÍ hildin í kantinuni í skúlanum við Løkin 14.feb kl 19.00 Um fundurin ikki er viðtøkuførður, verður eykaaðalfundur aftaná aðalfundin sama kvøld. Uppskot til viðgerðar til aðalfundin, skulu verða nevndini í hendi í seinasta lagi 1.feb Sum §8 í reglugerð felagsins vísur á verður aðalfundurin hildin í…