FANTASTISKT DREINGIR: B68-NSÍ 0-3


Tann góði stimurin, sum lið okkara er í løtuni heldur fram. Ì kvøld, vóru tað grannarnir B68 sum stóðu fyri skotum á Svangaskarði. NSÌ, vann ein greiðan og fult uppibornan 3-0 sigur og hava í eina góða viku hevja seg av aftasta plássinum, til eitt triðja pláss í Vodafonedeildini. FRAMÚRSKARANDI.

Veðrið, var einki serligt, tá dómarin Eiler Rasmussen setti dystin í gongd kl 18.30 í kvøld. Tað var oysandi regn og fitt av vindi, mest tvørturum vøllin. Tað sindrið av undanvindi sum var í fyrra hálvleiki, hevði NSÌ fyrimun av.

NSÌ, byrjaðu dystin við somu leikarum og uppstilling, sum í teimum seinastu undarfarnu dystunum móti AB og EB/S. Gango var í málinum. Miðverjuna mannaðu Jens og Johan og á bakkunum vóru Einar og Jonhard. Sentralir á miðvøllinum vóru Jústines og Jann Ingi, meðan Heðin og Jann Martin mannaðu kantarnar. Christian Høgni var í áleypinum saman við Klæmint.

Teir fyrstu 15 min, leikaðu rímuliga javnt á. Tann nógvi vindurin tvørturum vøllin darvaði  spælinum rættuliga nógv, tí bólturin var ofta úti av vøllinum. Tað var tó NSÌ, sum var meira málsøkjandi og fekk hesa løtuna fleiri hornaspørk á rað og  sum vóru vandamikil hvørjaferð. B68 hinvegin satsaði nógv uppá skjóta umstilling frá verju til álop, tá teir vunnu bóltin afturi í egnum brotsteigi. Bólturin varð spældur, skjótt fram til kviku áleypararnar, Kristian Anton og Danjal Paula og hetta skapti av og á ávísar trupulleikar fyri miðverjarnar hjá NSÌ.

Aftaná fyrsta korterið, setti NSÌ seg alsamt meira á dystin og kom til fleiri málmøguleikar. Ì 17 min hevur Jann Martin eitt gott skot úr høgru nakað uttanfyri B68 brotsteigin, men beint uppum málið. Tveir min seinni leggur Jann Martin eina góða avlevering úr høgru til Einar, sum er komin framvið í vinstru síðu. Einar høggur til fyrstu ferð men rakar tíverri ein B68 verjuleikara og bólturin fer til horna.

Hesa løtuna fær NSÌ fleiri hornaspørk á rað. Serliga hornaspørkini frá Heðin úr høgru síðu, eru vandamikil, tí tey eru innskrúvaði og ógvuliga nær málinum hvørja ferð, men Vlada í B68 málinum verjur væl.

Ì 27 min, kemur innlegg úr vinstru síðu høgt og væl innfyri í B68 brotsteigin. Klæmint er hægstur og setur hegnisliga høvdið á bóltin, men tíverri fyri hann og NSÌ brestur bólturin á stongina og útaftur í leik. Jann Martin fær fatur á returinum, men skotið er ov veikt og Vlada hevur ongar trupulleikar at taka bóltin.

Ein sat við kensluni, at NSÌ fór at skora, tí trýstið lá, tað sum eftir var av hálvleikinum á B68 hálvuni, men ikki fyri enn í 44 min eydnast at fáa mál. NSÌ hevur eitt av sínum mongu hornaspørkum. Heðin skrúvar bóltin høgt, væl og tætt innfyri B68 málið. Vlada roynir at beina bóltin burtur av vandaleið, men bólturin dettur fyri føturnar á Christian Høgna, sum fær sett fótin á bóltin og í málið. Gott mál at hava við sær til hálvleiks og skiftingarrúmið.

Ein, kundi trúð at B68 fór at leggja eitt stórt trýst á NSÌ fra byrjan av seinna halvleiki fyri at fáa eitt útjavnandi mál. Men so var ikki. NSÌ átti allan seinna hálvleik frá byrjan til endan. Longu í 48 min er NSÌ nær við at leggja seg á odda 2-0. Jònhard, er komin fram við í høgru síðu, leggur ein góðan bólt fyri føturnar á Christian Høgna, sum staddur til vinstru, stutt frá B68 málinum, langar til men Vlada bjargar meistarliga til horna. Aftur í  52 min er NSÌ nær við at skora men enn einaferð bjargar Vlada skotinum frá Christian Høgna, sum hesuferð er staddur mitt fyri, til hornaspark. Aftaná hornasparkið fer B68 í álop. Bólturin verður spældur til ein B68 áleypara sum langar til í NSÌ brotsteiginum men Gango bjargar frálíka væl.

Ì 54 min leggur NSÌ seg á odda 2-0. Einar vinnur bóltin á egnu hálvu og spælir eitt tvey við Heðin á vinstra kanti. Heðin leggur síðan bóltin til Jann Inga mitt fyri, nakað uttanfyri B68 brotsteigin. Jann Ingi spælir eitt tvey við Klæmint sum síðan spælir Jonhard frían í høgru síðu. Jonhard trekkjir inn í brotsteigin og leggur so bóltin aftur til Klæmint sum ger skotfintuna og langar so til móti málinum. À vegnum rakar bólturin ein B68 leikara og snýtir Vlada í B68 málinum. Eitt mál eftir bókini.

Ì 64 min, er aftur mál til NSÌ. B68 verjuleikari, skal leggja bóltin til ein viðleikara stutt frá miðjuni á egnari hálvu. Christian Høgni kemur ímillum. Setir ferð á og rekur skjótt við bóltinum beint móti B68 málinum. Staddur stutt uttanfyri 16 meturin nakað til vinstru, setir hann hegnisliga bóltin uppí í høgra handara horn, fyri Vlada, sum er komin út úr málinum at verja fyri. Enn eitt frálíkt mál og einmans avrik frá Christian Høgna og ein góð 30 ára føðingardagsgáva til toppskjúttan í Vodanfonedeildini. Hetta var 8 málið hjá Christian Høgna í ár í teimum seks landskappingardystunum sum NSÌ hevur leikt í ár. FLOTT

Støðan hjá B68, verður ikki betri, tá Òli Olsen, fær reyða kortið, fyri eina ófantaliga takling av Einari í 70 min. Tað sum eftir var av dystinum hevði NSÌ fult tamarhald á. Liðið spældi, allan seinna hálvleik sera væl og skilagott. Bólturin varð spældur eftir jørð við tolni frá mann til mann.

Táið so dómarin, Eiler Ramussen, sum dømdi frálika væl, bríkslaði dystin av, var greitt at NSÌ hevði vunnið sín triðja dyst á rað innan 8 dagar og harvið flutt seg av niðasta plássi, til eitt fyribils triðja pláss í Vodafone deildini.

Tað er ringt, at taka dagar millum hvør NSÌ leikari skaraði framúr í kvøld. Talan var heldur um eitt gott felags avrik, har leikararnir sýndu skilagott fótbóltsspæl, sum serliga kom til sjóndar allan seinna hálvleik. Stríðsviljin var eisini sera góður og hann røkkur ofta til góð úrslit.

Tað er tí nógv jaligt at taka frá dystinum í kvøld, til komandi dyst sum longu verður aftur komandi sunnudag 16 mai, tá NSÌ møtir B36 í Gundadali. Vónandi fara nógv NSÌ viðhaldsfólk til Havnar at stuðla liðnum sunnudagin.

GOTT KJEMPAÐ DREINGIR OG CHRISTIAN HØGNI, HJARTALIGA TILLUKKU VIÐ 30 ÁRA FØÐINGARDEGNUM.

GÓÐIR, GÓÐIR, GÓÐIR……..

Hagtøl:

B68-NSÌ: 0-3 (0-1).

NSÌ: Gango, Jens, Johan, Einar, Jonhard, Jústines, Jann Ingi, Jann Martin (57 min Erland), Heðin (82 min Debes), Christian Høgni og Klæmint.

Gult kort: Jann Martin 23 min
[nggallery id=19]

Líknandi tíðindi