Rókin stuðlar NSÍ
Rókin er aftur í ár ein av stuðlunum hjá NSÍ. Vit eru fegin um góða stuðulin, sum Rókin stuðlar við.
INNANDURA KAPPING HB-Dreingir U8 og U10 skipað fyri innandurakapping fyri yngru deildirnar í ítróttarhøllini á Hálsi (Nabb) leygardagin tann 30. Mars 2013 Kappingin er deild upp soleiðis: Gentur: Dreingir: u 8 (f.2005-2008) u 8 (f.2005-2008) u 10 (f. 2003-2004) u 10 (f. 2003-2004) u 12 (f. 2001-2002) u 12 (f. 2001-2002) u 14 (f. 1999-2000)…
Okkara heimvendi málmaður, Kristian Joensen, fyllir 30 ár í dag, 21. des 2022. Vit í NSÍ vilja ynskja Kristiani hjartaliga til lukku við runda degnum.
Kavin sær fyribils út til at sleppa takinum, vøllurin er aftur grønur, og hann lovar hampiligt veður mánakvøldið. Damurnar í Kiosktoyminum boða frá, at í samband við venjingina hjá bæði monnunum og kvinnunum mánakvøldið 23. januar, bjóða tær ein drekkamunn við onkrum góðum afturvið frá kl. 18. Øll eru hjartaliga vælkomin. Hetta er eitt fínt…
Leygardagin kl 17.00 skal NSÌ í Gundadal at spæla ímóti HB. Dysturin hevur stóran týdning fyri bæði liðini. Men fyri NSÌ hevur tað alt at siga at vinna dystin. 3 stig í morgin ger NSÌ til nýtt oddalið. Møti fjølment upp í Gundadalið í morgin, og læt okkum mála Havnina GULA. Koyra á dreingir, og…
Liðmynd: Afv : Sámal Hansen venjari, Jón Heinesen, Kristian Simonsen, Fróði Klein, Jógvan Sigvardsen, Leivur Højgaard, Jann Benjaminsen, Meinhard Olsen, Jón Arni Hjelm, Esmar Clementsen, Jóhannus Hansen og Egil Olsen venjari. Ffv. Hans Jón Jacobsen, Jannik Olsen, Rógvi Langgaard, Jákup Mortensen, Andrias Poulsen, Karstin Hansen, Sjúrður Arnarson, Petur Knudsen og Betuel Hansen
Longi hevur verið greitt at NSÍ fer at hava lið í Betri deildini hjá kvinnum komandi kappingarár. Og eru fyrireikingarnar langt síðani byrjaðar. Hópurin er byrjaður at venja og fólk eru sera spent uppá komandi kappingarár. Nú er greitt at ein stórur profilur í føroyskum fótbólti fer at umboða NSÍ í 2020. Heidi Sevdal…