Samskip stuðlar NSÍ
Samskip stuðlar NSÍ í kappingarárinum 2020. Vit eru sera takksom fyti stuðulin frá Samskip.
Abraham Løkin gjørdi í kvøld sáttmála við NSÍ.
Tveir av okkara ungu og sera evnaríku leikarum eru úttiknir til føroyska landsliðið. Talan er um 15 ára gomlu leikararnar Petur Knudsen og Jannik Olsen. Petur hevur spælt við U-15 landsliðnum umframt at hann í fjør eisini umboðaði Føroyar á U-17 landsliðnum. Petur er eitt sera lovandi talent og tað verður ikki leingi til hann…
Heimadystir 12.sept leygardag G12 NSÌ-Hba-VÍKb-KÍb kl 9.00 Runavík 12.sept leygardag U16 NSÍa-Kía kl 11.00 Runavík 12.sept leygardag U14 NSÍ-07Va kl 12.45 Runavík 12.sept leygardag 1.deild NSÍ-KÍ kl 15.00 Runavík 13.sept sunnudag EFFO NSÌ-HB kl 15.00 Runavík 15.sept týsdagin 3.deild b NSíb-Giza/H c kl 20.30 Runavík Útidystir 12.sept leygardag 3.deild a 07Va-NSÍa kl 14.30…
Jákup Mortensen verður venjari hjá U15 dreingjum og kemur at hjálpa til hjá U17 dreingjum. Venjingarnar fara í gongd í komandi viku, og koma dreingirnir at trena saman í byrjanuni.
Monrad Holm Jacobsen vann Mercedes A bilin á lutaseðlinum hjá NSÍ. Herfyri fekk Monrad handað lyklarnar til bilin á Ivan Bilum í Havn. Hjástødd vóru Ragnhild Knudsen, forkvinna í NSÍ, Pauli Waag, stjóri í Ivan Bilum, og Monrad. Monrad er ein av dugnaligu ungu leikarunum hjá NSÍ. Hann er nýliga útleigaður til KÍ fyri restina…
Stóri NSÍ-fjepparin, nevndarlimurin, málmaðurin, venjarin, dómarin, hagtalsmaðurin, skemtarin og útvarpsverturin Jonhard Hilmarson Hansen verður 50 ár í dag. Tað er trupult at hugsa NSÍ uttan at hugsa Jonhard. Flestu føroyingar, ið hava við fótbólt at gera, hava á ein ella annan hátt hitt Jonhard. Fryntligi maðurin stendur altíð klárur at skipa fyri kappingum við Løkin…