Elvin Weihe 40 ár
Elvin Weihe fyllur í dag 40 ár. Elvin Weihe er ein NSÍ-ari um ein háls, og hevur hann fylgt NSÍ liðnum runt í Føroyum, umframt at hann hevur verið uttanlanda og hugt eftir NSÍ. Elvin er altíð klárur at fylgja NSÍ-liðnum, hann er tað vit kalla ein rættur NSÍ viðhaldsmaður. Hann møtir upp íkladdur í tí eyðkenda gula litinum, og við sínum góða og jaliga sinnið altíð klárur at stuðla.
Vit ynskja Elvin Weihe hjartaliga tillukku við 40 ára degnum, og ynskja honum alt tað besta.