Frakt og Sand (Navigare) stuðlar NSÍ
Frakt og Sand (Navigare) hevur í mong ár verið ein góður stuðul hjá NSÍ, og 2020 er einki undantak. Vit eru sera takksom fyri stuðulin.
Longi hevur verið greitt at NSÍ fer at hava lið í Betri deildini hjá kvinnum komandi kappingarár. Og eru fyrireikingarnar langt síðani byrjaðar. Hópurin er byrjaður at venja og fólk eru sera spent uppá komandi kappingarár. Nú er greitt at ein stórur profilur í føroyskum fótbólti fer at umboða NSÍ í 2020. Heidi Sevdal…
Innandurakappingin Eik Cup 2012 eydnaðist sera væl. Heili 58 lið luttóku í kappingini. Liðini komu úr Eysturoy, Streymoy, Norðuroyggjum og Vágum. Vinnarnir í teimum ymisku aldursbólkunum vóru hesi liðini Dreingir U-8: Gull: HBb Silvur: HBa Bronsa: ÍF Dreingir U-10: Gull: NSÍ Silvur: HB2 Bronsa: Manchester United (Havn) Dreingir U-12: Gull: Team Hoyvík Silvur: Salta (Runavík)…
À NSÌ samkomu, leygarkvøldið handaði Àbraham Løkin søluleiðari vegna Magn, ungdómsdeildini ein kekk áljóðandi 15.000 kr. Egil Olsen formaður í ungdómsnevndini, takkaði Magn fyri stuðulin og segði at ungdómsdeildin fer at brúka hendan til framhaldandi menning av ungdómsleikarunum hjá felagnum. Fyrr í ár stuðlaði eisini Magn ungdómsdeildini fíggjarliga og fleiri av okkara yngru liðum bera Magn lýsing á…
Týsdagin 3 juli og mikudagin 4 juli, skipar ungdómsnevndin hjá NSÌ fyri ókeypis fótbóltsskúla fyri yngri leikarunum hjá felagnum. Byrjað verður týsdagin kl 09.00 og skúlin er liðugur kl 16.00. Týsdagurin er fyri leikarar gentur og dreingir í aldursbólkunum U-8 til U-12 dreingir og U10-U12 gentur. Mikudagin verður eisini byrjað kl 09.00 og liðugt er…
Føroyska U-17 landsliðið, sum í hesum døgum luttekur í EM undankapping í Luxemborg, tapti aftur í dag. Endaliga úrslitið gjørdist eitt 2-0 tap móti Norðurírlandi. Støðan í hálvleikinum var eisini 2-0. Endaúrslitið kundi verið betri, høvdu føroyingar ikki brent brotspark í síðsta min í fyrra hálvleiki. Rasmus Sørensen varð feldur av norðurírska málverjanum, sum fekk…
Fundur verður fyri øllum ungdómsvenjararum hjá felagnum verður mikukvøldið 6 juni kl 20.00 í NSÌ hølunum. Skráin til fundin: 1. Kappingin higartil og ætlan fyri seinnu kappingarhálvu 2. Ætlan fyri brúk av vøllinum 3. Eystanstevnan 2012 4. Málmansvenjing 5. Luttøkugjald 6. Skráseting av leikarum 7. Myndatøka 8. Ymiskt Fundurin verður umleið 2 tímar. Heitt verður á…