Raclip stuðlar NSÍ
Raclip stuðlar NSÍ, vit eru takksom fyri stuðulin.
Vísandi til greinastubba á heimasíðuni hjá Norðlýsinum í dag, sum hevur verið endurgivin í størri og minni mun av øðrum miðlum, verður boðað frá, at NSÍ ikki er um at fara á húsagang. Eins og øll onnur feløg hevur NSÍ sínar avbjóðingar, eisini fíggjarligar, og arbeiðir nevndin við at loysa teir. Tað, ið undirritaði helt…
Fríggjakvøldið 18 juni, á Eystanstevnu, skipar NSÍ fyri stórari gospelkonsert í Løkshøll í Runavík. Talan verður um eina sera forkunnuga konsert, har Hallur Joensen, Sirikit Jacobsen, TOS og trioin Bill Justinussen, Torbjørn Jacobsen og Jógvan á Lakjuni, luttaka. Sum nakað heilt serligt, fáa áhoyrarnir høvi til, fyri fyrstu ferð, at hoyra Hall Joensen framføra úr…
Andras Gango hevur skrivað undir sáttmála við NSÍ. Andras hevur fyrr umboða NSÍ (kappingarárini 2010, 2011 og 2014, 2015), men hevur seinastu 2 árini spælt fyri Skála. Nú hevur Andras Gango so valt at venda heim aftur til NSÍ, og ynskir hann at taka kappingina upp við Símin Rógva í málinum. Andras Gango hevur avgjørt…
Aðalfundur var mikudagin 24. feb í matarhøllini í skúlanum við Løkin, har útvið 50 fólk møttu. Formaðurin í starvsnevndini, Sonni L. Petersen, tók væl saman um árið, ið nevndin hevur verið sera væl nøgd við. Málið um evropeiska luttøku er væl og virðiliga rokkið. Vit endaðu nr. 2 bæði í lands- og steypakappingini, so nú…
NSÍ hevur í dag stillað Trygva Mortensen upp til nevndarvalið í Fótbóltssambandi Føroya, sum verður á aðalfundinum 26. februar 2011. Trygvi hevur verið virkin innan fótbólt alt sítt lív, sum leikari, og seinnu árini sum venjari hjá ymsum feløgum. Vit ynskja Trygva eitt gott val tann 26.
Aftur í ár er VOYT ein av stuðlunum hjá NSÍ. Vit er sera takksom fyri stuðulin, sum vit fáa frá VOYT.