Múrarameistarin “Ingolf Hansen” stuðlar NSÍ
Múrarameistarin Ingolf Hansen stuðlar NSÍ, vit eru takksom fyri stuðulin.
Jákup Jakobsen hevur skrivað undir við NSÍ. Sterki stríðsmaðurin av Skála hevur leikt 116 dystir fyri Skála í Betri deildini, og skiftir nú til NSÍ. Vit gleða okkum at síggja Jákup í gulu blusuni í 2020. Vit bjóða Jákupi vælkomnum til NSÍ og ynskja honum bestu eydnu.
Ungdómsnevndin skipar fyri hugnaløtu fyri ungdómsvenjarunum felagsins mánakvøldið 29 oktober kl 20.00 í NSÍ hølunum. Hugnaløtan er fyri allar ungdómsvenjarnar hjá gentum og dreingjum frá undir skúlaaldri til og við dreingir U-18. Umframt góðan mat, er eisini talur, undirhald og sangur á skránni. Verið hjartaliga vælkomin. Ungdómsnevndin hjá NSÍ SAMAN STANDA VIT STERK …
Aðalfundurin var í kvøld í hølinum. Á fundinum var rokniskapurin lagdur framm og góðkendur. Til val av starvsnevnd tóku Oddfríður Gardboo, Bergmann Finnsson og Oddvør Jacobsen ikki fyri afturvalið. Nýggj fólk í nevndini eru Búi Uni Jensen, John Mikkelsen og Ásfinnur Sigvardsen. Nevndin skipaði seg soleiðis: Dánial Hansen, formaður Bjartur Nolsøe, næstformaður Ásfinnur Sigvardsen,…
Mikukvøldið kl 19.30 er møguleiki at fáa meira kunning um túrin til Belfast. Vit møtast í NSÍ hølinum kl 19.30, har øll kunnu fáa nærri kunning um túrin. Møguleiki verður eisini at keypa keppar og turrklæð at hava við sær til túrin. Enn er møguleiki at keypa ferðaseðlar til túrin, so um tú ikki…
Skíriskvøld var Løkshøll karmur um fyrsta umfar av spurnarkappingini “Frá Skipanesi til Æðuvíkar”. Eini 200 vælupplagdir áskoðarar vóru komnir at síggja lið úr Saltangará, av Skipanesi, úr Lamba og av Glyvrum kappast um at koma víðari til finaluna, sum verður hóskvøldið 5. mai. Tað eru góðar kreftir, ið brenna fyri NSÍ, sum høvdu tikið stig…
DAGUR DATO KL. DEILD LIÐ/KAPPING LEIKSTAÐUR Leygaradagur 19-mai 13.15 Dreingir U-14 NSÌa-HBa Runavík Leygardagur 19-mai 10.00 Dreingir U-14 NSÌc-KÌc Runavík Leygardagur 19-mai 11.30 Dreingir U-8 NSÌb,B71b,KÌb og MBb Runavík Leygardagur 19 mai 11.30 Dreingir U-8 NSÌa,B71a,KÌa og MBa Runavík Leygardagur 19 mai 15.00 1. deild menn NSÌ-Víkingur Runavík Sunnudagur 20-mai 15.00 Effodeildin NSÌ-B36 Runavík Mánadagur…