Vest Pack stuðlar NSÍ
Vest Pack er aftur í ár ein at stuðlunum hjá NSÍ. Vit eru sera fegin um stuðulin frá Vest Pack.
Paulina Steinolvsdóttir av felagsliðnum NSÍ/B68 er úttikin til føroyska U-17 landsliðið við gentum. Tað er í døgunum 11. til 17. apríl, at føroyska U17-landsliðið við gentum skal luttaka í mini-kapping í Norðurírlandi, sum UEFA skipar fyri. Umframt at spæla ímóti vertstjóðini, skal føroyska liðið eisini royna seg ímóti Íslandi og Wales. Í hesum sambandi hava…
Seyðaseðilin er trektur. Um tú hevur vunnið, so ring til Stig Davidsen, tlf nr 597230. NSÍ takkar fyri stuðulin 💪🐝💛😃 Sí myndina.
Enn einaferð hevur FSF flutt ein dyst uttan at NSÍ hevur nakran møguleika at gera nakað. Talan er um U21 dystin ímillum NSÍ-HB, sum skuldi spælast kl 19.30 í kvøld við Løkin. Men leygardagin kom skriv frá FSF um at dysturin var fluttur til 21 oktober í staðin. Enn einaferð standa vit í NSÍ spyrjandi,…
Aron Knudsen hevur longt sáttmálan við NSÍ. Aron var skaddur ein part av kappingini í ár, men er nú klárur aftur at stríðast fyri felagið. Vit fegnast um at enn ein av okkara ungu ynskir at longja sáttmálan við NSÍ. Tað er gott at hjarta er GULT. Tillukku við sáttmálanum Aron, og bestu eydnu.
Ein av okkara sera evnaríku ungdómsleikarum, Betuel Hansen er í løtuni á venjingarlegu við U-17 elitu liðnum hjá Silkeborg í Turkalandi, har teir m.a. hava spælt móti FC Basel og Grasshoppers í Sveits. Betuel fór úr Føroyum leygardagin í seinastu viku og kemur heimaftur komandi mánadag. Betuel, sum bert er 15 ára gamal hevur fingið…
Faxe Kondi stuðlar sjálvandi NSÍ. Vit eru takksom fyri stuðulin.