Atkvøð fyri besta NSÍ leikara, Skála – NSÍ, 1. juni 2020
Atkvøðugreiðslan byrja kl. 17.00 og endar í morgin á miðnátt.
[poll id=”88″]
Atkvøðugreiðslan byrja kl. 17.00 og endar í morgin á miðnátt.
[poll id=”88″]
NSÍ vann ársins fyrsta dyst 1-0 á grannunum B68 við Løkin í dag. Klæmint skorðaði einsamalla málið við brotssparki miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Nokkso fitt av fólki hevði leita sær til dyst í dag, hóast veðrið at síggja til var vánaligt. Nógvur vindur var av vestri og darvaði hetta spælinum nakað – serliga var tað…
NSÍ er vorðið limur í evropeiska felagsskapinum fyri fótbóltsfeløg, European Club Association, ECA. NSÍ og B36 eru higartil einastu føroysku umboðini í felagsskapinum. Felagsskapurin vaks úr G14-samstarvinum og varð formelt viðurkendur av UEFA og FIFA í 2008. ECA hevur 144 limafeløg úr teimum 53 limatjóðunum í UEFA. Formaður í ECA er fyrrverandi týski stórleikarin Karl-Heinz…
Fjepparin hesa ferð er stuttligi vespuverturin, John Andersen (Jonhard er sjálvandi eisini stuttligur!). Hann situr vanliga millum Kaj Aage og Jóhannu, mundi blivið kowboy, og við sínum yndis NSÍ’arum í B68, má hann roknast sum ein ljósareyður pantari í ár… Navn og aldur? John Andersen, 28 ár Hevur tú fast pláss, tá tú ert til…
Leygardagin 28. august kl. 09.00 verður stórur familjudagur við allskyns tiltøkum á fótbóltsvøllinum í Rúnavík. Vit byrja dagin kl. 09.15 við at gingið verður frá vøllinum við Løkin niðan á Toftavatn har ársins vespa verður avdúkað, og kl. 10.00 verður bjóðað til ókeypis morgunmat við ítróttarhøllina. Kl. 11.00 letur stóra hoppilandið upp, vit fylla…
Tit valdu dupulta málskjúttan, Heðin, til dagsins mann í 3-3 dystinum móti KÍ 17. august. Heðin tóktist at hava gott tað á bygdamonnunum í KÍ-verjuni hendan dystin. Tit góðu honum 29 % (38 atkv.) av teimum givnu 132 atkvøðunum. Altíð ídni og lívligi Árni gjørdist nummar tvey við 16 % (21 atkv.). Nummar trý gjørdust…
26-ára gamli Bárður Jógvansson Hansen hevur longt sáttmálan við NSÍ, soleiðis at vit framvegis fara at síggja kvika verjuleikaran í gulum. Nýggi sáttmálin er galdandi næstu tvey kappingarárini í 2019 og 2020. Hóast sín unga aldur hevur Bárður drúgvar royndir bæði í landskappingini og á landsliðunum. Hann hevur spælt 218 dystir í bestu deildini og skotið…