Líknandi tíðindi
NSÍ FORMAÐURIN 40 ÁR
Formaðurin í NSÌ, Sølvi Reinert Hansen fyllir 40 ár í dag. Sølvi er burturstaddur uttanlanda í arbeiðsørindum, men hann sigur at besta føðingardagsgávan er ein sigur á ÌF mánakvøldið. Vit í NSÌ vilja ynskja tær hjartaliga tillukku við 40 ára degnum og takka tær fyri fyrimyndarligt gott arbeiði og samstarv síðan tú tókst við formannsstarvinum…
Pætur Skipanes hevur longt sáttmálan
Pætur Skipanes hevur eisini verið inni á skrivstovuni, og sett undirskrift á nýggjan 2 ára sáttmála við NSÍ. Pætur fekk veruliga kjansin í ár, og tók hann av møguleikanum. Vit eru fegin um at Pætur forsetur í gulu blusuni, og ynskja honum bestu eydnu í NSÍ.
NSÍ-KÍ 2-0 (1-0): Evropa nærkast!
Klæmint A. Olsen skoraði bæði málini í sigrinum á klaksvíkingum í dag. Hetta styrkti um støðuna á fjórða plássinum, ið gevur atgongd til Euro League. KÍ byrjaði dystin eitt sindur betri. Teir høvdu fyrimun av undanvindinum í fyrra hálvleiki, og royndu teir seg við nøkrum skotum. Klæmint ella sjálvmál? Við frísparki úr eini 20 metrum…
Javnt oddabrak: EB/Streymur-NSÍ 1-1
NSÍ hevur í kvøld spælt javnt 1-1 móti EB/Streymi við Margáir. Málið hjá okkum skjeyt Árni Frederiksberg seint í seinna hálvleiki. Byrjunaruppstillingin líktist nøkulunda henni, sum vit hava sæð nógvar teir seinastu dystirnar: András, Jónhard, Jens, Jóhan, Einar, Bogi, Jústinus, Jann Ingi, Heðin, Christian Høgni og Klæmint. Á bonkinum vóru Kristian, Per, Erland, Debes og…
Stórtap á Ólavsøku
Frásøgn við Jan Rasmussen Líkindini og karmarnir vóru av teimum allarbestu í dag, tá NSÍ skuldi royna at endurtaka bragdið frá seinastu vitjan í Gundadali. Ta ferðina varð HB smurt av við málsóknum og ágangandi spæli, har okkara veruliga vístu, at teir kunnu spæla upp móti øllum. Mótstøðuliðið í dag var hitt havnarfelagið, ið ikki…
Kom og heilsa uppá hópin eftir fyrsta venjingardystin
Nú leygardagin 4. feb kl. 12.00 spælur NSÍ fyrsta venjingardystin í ár, móti AB heima við Løkin. Aftaná dystin verður høvi at heilsa uppá leikarar og venjarar í hølinum. Tað ber til at keypa sær ein kaffimunn, og eisini verður høvi at keypa árskort. Sum nakað nýtt kann man keypa sær eitt pláss á klokkuveggin….