|

Úr skotgrøvini: Jón Kragesteen, B36


Undan dystinum sunnudagin hava vit spurt ein fjeppara hjá mótstøðuliðinum nakrar spurningar. Hesu ferð er fjepparin Jón Kragesteen.

Navn og aldur:
Jón Kragesteen, 49 ár.

Spældi tú sjálvur? Hvar á vøllinum?
Havi faktisk sparkað eitt sindur. Spældi eitt ár við unglingaliðnnum hjá B36. Men eg mátti gevast við fótbólti sum ungur vegna skaða í beininum. Tá eg spældi, royndi eg fyri tað mesta at skjota mál. Annars havi eg mest fingist við hondbólt.

Tín yndisleikari hjá B36?
Ja, teir vóru so vánaligir, tá eg var smádrongur. Men í nýggjari tíð hevur ein spælari sum Jens Kristian Hansen altíð verið áhugaverdur at sæð spælt. Havi m.a. verið flokslærari hjá Jákup á Borg eisini – hann hevur tað freka enn.

Størsta løtan sum B36-fjeppari?
Tað má vera FM-heitið í 1997, sum var endin á nógvum áratíggjum við oyðimarkargongd. Vit høvdu verið nær við fleiri ferðir, uttan at tað eydnasðist. Tá fekk mann trúnna aftur uppá, at tað bar til. Og millum annað ber tað til í ár, tað er einki at ivast í.

Sunnudagin møta tit NSÍ. Lýs mótstøðuliðið stutt.
Teir hava eisini kvalitetin, men mangla ofta trúnna uppá, at teir klára tað allarsíðsta – hetta kann eisini gera seg galdandi sunnudagin.

Hvørjir verða mest eyðsýndu leikararnir hjá liðunum báðum sunnudagin?
Chr. Høgni fer at royna at skora, hann hevur havt tríggjar góðar dystir, men tann fjórði verður kanska verri. Allir hjá B36 vera øgiliga motiveraðir, tí nú skal endi gerast á einari lítlari mótgangsperiodu. Nú fer tað at ganga hinvegin. Fyrrverandi NSÍ’ararnir, Hjalgrím og Meinhard, fara at prógva sítt virði. Og annars fara Klæmint og Jákup at føra ann fyri B36.

Hvat væntar tú, at úrslitið verður sunnudagin millum B36 og NSÍ?
2-0 til B36. Tað eri eg nokkso sikkur uppá. Við hvørt eru tekinini í sól og mána nokkso týðilig.

Líknandi tíðindi