Atkvøð fyri besta NSÍ leikara, NSÍ – KÍ, 27. juli 2020
Atkvøðugreiðslan byrja kl. 18.30 og endar í morgin á miðnátt.
[poll id=”97″]
Atkvøðugreiðslan byrja kl. 18.30 og endar í morgin á miðnátt.
[poll id=”97″]
Per Langgaard hevur skrivað undir sáttmála við NSÍ. Per fekk sín fyrsta dyst á besta liðnum hjá NSÍ longu í 2010. Í dysti móti B68 tann 28 august 2010 fekk Per ein so stóran skaða at hann mátti halda seg burtur frá fótbóltinum í næstan trý ár. Tíbetur er Per komin somikið fyri seg aftur…
Jørgen Nielsen hevur skrivað undir nýggjan 2 ára sáttmála 😃 Hóast sín unga aldur hevur Jørgen longu víst síni evnir, og er hann stórt talent í felagnum.Vit eru øll sera fegin um, at Jørgen hevur longt sáttmálan, og ynskja vit honum hjartaliga tillukku og góða eydnu 🐝🐝🐝
Endiliga rullar bólturin aftur! Fyrsti heimadysturin hjá teimum gulu verður í morgin, sunnudagin kl. 15.00 ímóti uppflytarunum úr Sundalagnum, EB/Streymur. Allir dystir í bestu deildini eru truplir, men vit kunnu ikki lúgva okkum frá at vera favorittar. Sambært liðskiparanum Klæmint A. Olsen, so hava vit fyrireika okkum væl. – Nú telur tað aftur! Eftir ein…
András heldur stílin. Síðani 1-1 dystin móti EB/Streymi við Margáir seinasta mikukvøld hava tit havt høvi at velja dagsins mann í dystinum. Eins og seinast valdu tit frálíka málmann okkara, András, til dagsins mann við 45% (81 atkv.) av teimum 181 givnu atkvøðunum. András hevði nógvar frálíkar bjargingar bæði í einum, fyri okkara viðkomandi, heldur…
Bláa Bylgjan fer at gera nógv burturúr í samband við dystin móti NSÍ kl. 17 í Klaksvík. Upphiting við andlitsmáling verður fyri fjepparar, og síðan ætla tey at ganga skrúðgongu til vøllin. Tankin um, at tey har norðuri gleðast so nógv at síggja stjørnurnar hjá NSÍ, at tey hita upp sum til landsdyst, er sjálvandi…
Nú leygardagin 4. feb kl. 12.00 spælur NSÍ fyrsta venjingardystin í ár, móti AB heima við Løkin. Aftaná dystin verður høvi at heilsa uppá leikarar og venjarar í hølinum. Tað ber til at keypa sær ein kaffimunn, og eisini verður høvi at keypa árskort. Sum nakað nýtt kann man keypa sær eitt pláss á klokkuveggin….