Atkvøð fyri besta NSÍ leikara, ÍF – NSÍ, 6. august 2020
Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 18.00
[poll id=”99″]
Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 18.00
[poll id=”99″]
Á døgurða fríggjadagin hevði Kringvarp Føroya eitt sera ærumeiðandi innslag um dystin millum NSÍ og B36 í tíðindunum. Bæði NSÍ og B36 hava gjørt vart við sína misnøgd við innslagið. Kringvarpið hevur ikki latið við seg komið. Starvsnevndin hjá NSÍ hevur tó tikið ta støðu, at vit kortini loyva Kringvarpinum at siga frá dystinum í…
NSÍ hevur í kvøld spælt javnt 1-1 móti EB/Streymi við Margáir. Málið hjá okkum skjeyt Árni Frederiksberg seint í seinna hálvleiki. Byrjunaruppstillingin líktist nøkulunda henni, sum vit hava sæð nógvar teir seinastu dystirnar: András, Jónhard, Jens, Jóhan, Einar, Bogi, Jústinus, Jann Ingi, Heðin, Christian Høgni og Klæmint. Á bonkinum vóru Kristian, Per, Erland, Debes og…
Síðani dystin móti B36 seinasta vikuskifti hava tit havt høvi at velja dagsins mann móti B36. Ongantíð fyrr hava so nógv greitt atkvøðu. Heili 293 hava atkvøtt hesa ferð. Gamla metið, 235 atkvøður, var frá heimadystinum móti EB/Streymi 7. mai. Flestar atkvøðurnar hesa ferð fekk Jann Ingi Petersen við 22% (64 atkv.) av atkvøðunum. Hann…
Dystirnir millum EB/Streymur og NSÍ plaga vanliga at vera javnir, vælleiktir og spennandi. Tað sama kann sigast um dagsins dyst. Dysturin endaði við javnleiki 2-2, eftir at hálvleiksstøðan var 1-1. Hampulig fótbóltslíkindi vóru við Margáir, tá ið EB/Streymur og NSÍ møttust seinnapartin kl. 17.00 . Eitt frískt lot lá longs eftir vøllinum, men turt var…
Eftir stórsigurin á 07 Vestur sunnudagin hava tit havt høvi at velja dagsins mann. Tíanverri ber bert til at atkvøðu fyri einum leikara, hóast flestu okkara ivaleyst høvdu ynskt at atkvøtt fyri teimum øllum. Ikki óvæntað fekk Klæmint, ið skjeyt hattrick hendan dagin, flestar atkvøður. Hann fekk 34% (60 atkv.) av teimum 180 givnu atkvøðunum….
NSÍ leikti seinnapartin 1-1 javnleik móti FC Suðuroy í Vági. Christian Høgni skjeyt okkara mál tíðliga í dystinum, meðan FCS javnaði við beinleiðis frísparki beint undan hálvleik. Fitt av viðhaldsfólki var farið suður um fjørð við Regina Baltica. Og fleiri okkara kendu tað á okkum, at í dag fór at bragda. Hetta hóast FC Suðuroy…