Euroleage lutakastið verður sunnudagin kl 13.00

Sunnudagin (í morgin) kl 13.00 er lutakastið um hvørjum NSÍ kemur at møta í Euroleage kappingini. Kappingin í ár er ørvísi, og talan verður bert um ein dyst um at spæla seg víðari.

NSÍ kann í ár møta hesum liðum:

 

St Joseph´s frá Gibraltar

Pristhina frá Kosovu

Gjilani frá Kosuvu

Zeta frá Montonegro

Iskra Danilovgrad frá Montonegro

Coleraine frá Norður Írlandi

Glentoran frá Norður Íralandi

Barry Town frá Wales

 

Lutakasti avgerð hvør fær heimavøll, og merkir tað at tað liðið sum kemur fyrst úr pottinum eigur heimavøll. Longu nú er greitt at tað kann gerðast ein avbjóðing um NSÍ fær útivøll, tí krøvini frá UEFA eru sera nógv, nú corona herjar um allan heimin. Greitt er eisini at um NSÍ trekkjur eitt lið´á heimavølli frá Kosuvu ella Montonegro, at so skal dysturin leikast aðrastaðni, tvs ikki í Føroyum. Hettar er tí at lond sum Kosuvu og Montonegro ikki sleppa inn til Føroyar í løtuni.

 

Vit vóna øll at NSÍ í morgin trekkjur eitt lið á heimavølli, helst frá Gibraltar, men tó er Norður Írland og Wales eisini fínt. Alt hettar verður avgreitt í morgin kl 13.00. Og vónandi er hepni við okkum.

 

 

Líknandi tíðindi