Lutakast til Europa League: NSÍ møtir Barry Town United FC á heimavølli

Lutakast til Europa League: NSÍ møtir Barry Town United FC á heimavølli

Lutakastið til undanumfarið UEFA Europa League var í dag í høvuðssætinum hjá UEFA í Nyon í Sveis. Áðrenn lutakastið kundiNSÍ møta Glentoran (NIR), St. Joseph’s FC (GIB), Coleraine FC (NIR), og Barry Town United FC (WAL). Orsaka av COVID-19, sum hevur rakt allan heimin og eisini fótbóltsheimin, hevði UEFA avgjørt, at bert ein dystur skal spælast í undanumfarinum Europa League. Fyri NSÍ var hetta eitt gott lutakast. Lutakastið merkir, at tann 20. august tekur NSÍ á heimvølli á Svangaskarði ímóti Barry Town United FC úr Wales. UEFA hevur avgjørt, at allir dystir í undanumfarinum í Europa League verða leiktir uttan áskoðarar.

 

Hvat vita vit um Barry Town United FC?

Vit hava roynt at hugt eitt sindur nærri eftir hvat tað er fyri eittfelag NSÍ skal møta tann 20. august.

 

Tað er ikki nógv vit kenna til hópin hjá Barry Town FC, men taðman býtir merki í, at tað eru tveir landsliðsspælarar, sum báðir eruføddir í Wales, men spæla fyri tvey lítil karibisk lond. Nathaniel Jarvis spælir fyri Antigua and Barbuda og Theo Warton spælir fyriSt. Kitts and Nevis. Warton hevur eisini leikt nakrar U-landsdystirfyri Wales. Harumframt inniheldur hópurin 32 ára gamla, David Cotterill, sum fyrr í karrieruni hevur spælt nógv í næstbestudeildini í Englandi, og hevur 17 A-landsliðsdystir fyri Wales. Hann var í hópinum Wales til EM2016 tó uttan at fáa spælitíð. Í januar 2018 spældi hann í indiskum fótbólti og seinni tað árið settihann gaggurnar á hillina. Men í januar 2020 tók han gaggurnarfram aftur og náddi at spæla tríggjar dystir fyri Barry Town United FC áðrenn Corona-steðgin.

 

Barry Town United FC, sum var stovnað 1912, spælir í CymruPremier, sum er besta deildin í Wales. Meðan walisiska landsliðiðverður mett sum eitt sterkt landslið í Evropa, so er øðrvísi viðwalisikum klub-fótbólti. Tey allarstørstu feløgini í Wales, sum Swansea City og Cardiff City leika í enska liga-systeminum. Liðini í Cymru Premier eru bert hálvtíðarprofessionel. Hettamerkir eisini, at ikki eru núverandi A-landsliðsleikarar hjá Wales iCymru Premier, og tað sjaldsamt, at ungdómslandsliðini hjá Wales rekrutera leikarar frá bestu deildini í Wales.

 

Stórheitstíðin hjá Barry Town United FC var frá 1982-83 til 2002-03. Í hesum tíðarskeiðinum vann felagið 14 meistaraheitir. Frá1994-95 til 2003-04 spældi felagið so at siga á hvørjum árievropeiskan fótbólt, og kláraði Barry Town United FC í 1996 og 2001 at spæla seg víðari frá fyrstu rundu.

 

Í 2003 kom felagið í fíggjarligt óføri, og spældi Barry Town United FC tí í nógv ár lægri deildum. Í 2016-17 flutti liðið uppaftur í bestu deilduna. Í 2018-19 vann Barry Town United FC bronsu, og spældi tí í fjør í undanumfarinum í Europa League, har liðið tapti samanlagt 0-4 móti Norðurírska Cliftonville FC.

 

Sum í øðrum londum bleiv kappingarárið 2019-20 í CymruPremier rakt av COVID-19. Tann 13. mars bleiv kappinginsuspendera, og 19. maj avgjørdi walisiska fótbóltssambandi at avlýsa bæði lands- og steypakappingina. Hetta merkti, at stigatalvan fra 13. mars bleiv endalig. Sum nummar 4, tálandskappingin bleiv suspendera, kvalifiseraði Barry Town United FC seg til undanumfarið í Europa League. Hetta merkirsomuleiðis, at seinast Barry Town United FC spældi ein dyst av týdningi var den 6. mars, men liðið hevur tó í seinastuni spæltvenjingardystir móti hinum liðunum úr Wales, sum eisini skululuttaka í Evropa.

 

Tað er altíð trupult at meta um evropeiskar dystir, men tað onginivi um, at møguleikin hjá NSÍ fyri at spæla seg víðari er størri ennmangan áður. Tó skal man greiður yvir, at tað sama hugsarmótstøðuliðið, tí ræður um hjá NSÍ at vera 100 % klárt á degnumtil heimadystin tann 20. august, sum verður uttan áskoðarar.

Líknandi tíðindi