Nýtt venjaratoymi til ungdómin í NSÍ.

0

NSÍ hevur gjørt avtalu við Christian Høgna Jacobsen, Jónstein Petersen, Jákup Mortensen og Rúna Rasmussen um at standa fyri ungdómsvenjingini hjá NSÍ. Teir 4 koma at arbeiða sum eitt venjaratoymi, og koma at skipa alla ungdómsvenjingina í felaginum.  Hettar metir nevndin hevur týdning fyri framtíðina í felaginum, og ynskja vit við hesum at gera okkara ungdómsarbeiði uppaftur betri. Vónandi verður hetta væl móttikið, og vóna vit eisini at hetta ger at fleiri kunnu hjálpa til, serliga nú tá karmarnir blíva betri. Vit eru øll NSÍ, og SAMAN STANDA VIT STERK!

Allir 4 hava B venjara útbúgving, og eru sera spentir uppá uppgávuna. Teir byrja beinavegin, nú venjingarnar byrja aftur, og vit ynskja teimum 4 góða eydnu í felaginum.

Share.

Skriv et svar